- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj kunngerð um vápnaprógv sett í verk
Tó kemur grein 1 í kunngerðini ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2017. Grein 1 sigur, at "tað er forboðið persónum, ið ikki hava vápnaprógv, at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við skotvápni, slættpípaðari haglbyrsu og luftbyrsu, sum er størri enn kaliber 5,5 mm."
Undantøk eru í kunngerðini. Millum annað stendur, at fólk, sum fyri 1. januar í ár lógliga áttu skotvápn, skulu bara fáa sær vápnaprógv, um tey ætla sær at skjóta. Vápnaprógv fæst á vápnatrygdarskeiði, sum er minst átta tímar.
Nógv undantøk kunnu gera seg galdandi
Aldursmarkið fyri at fara á vápnatrygdarskeið er 15 og hálvt ár. Tey, sum eru minst 18 ára, og hava staðið skeiðið, kunnu søkja um prógv. Nøkur undantøk eru eisini viðvíkjandi vápnatrygdarskeiðinum.
Fólki, sum eru fødd í 1985 ella fyrr enn tað, og sum fyri 1. januar í ár áttu lógligt skotvápn, nýtist ikki at fara á skeið. Umhvørvisstovan skrivar út vápnaprógvini. Prógvið kostar 250 krónur.
Umhvørvisstovan skal eisini viðurkenna tey, sum kunnu halda trygdarskeið. Tey avgera sjálvi, hvussu nógv, tey taka fyri skeiðið. Gjaldið má tó ikki vera størri enn skeiðið kostar at halda.