Ongar bróstkrabbakanningar fyribils

Ongar bróstkrabbakanningar fyribils
Tað gongst striltið hjá Landssjúkrahúsinum at fáa politisku avgerðina um at bjóða kvinnum yvirlitskanningar fyri bróstkrabba setta í verk
Nú er mammografiscreeningin fyri bróstkrabba aftur útsett. Fyribils til mars 2017
 
14.09.2016 - 10:26

- Yvirlitskanningarnar fyri bróstkrabba verða helst ikki settar í verk, fyrr enn í mars næsta ár, sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Allar føroyskar kvinnur millum 50 og 69 ár skuldu fáa tilboð um at verða kannaðar fyri bróstkrabba, avgjørdi Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum, í 2014.

SÍ EISINI Sjúkrahússtjóri: Nú kemur ein loysn

Miðað varð eftir at byrja screeningarnar í januar í fjør, men enn er eingin kvinna screenað. 6. oktober í fjør segði Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, fyrstu ferð við Kringvarpið, at ein loysn var í eygsjón.

Tveir mánaðir seinni varð sagt, at kanningarnar fyri bróstkrabba í Føroyum fóru ikki at verða fyrr enn eftir ársskiftið 2015/2016.

SÍ EISINI DV kjak: Mammografi viðgerðartilboðini í Føroyum

Tá Kringvarpið so í januar í ár spurdi sjúkrahússtjóran, hvussu gongur at screeningarnar í verk, var svarið, at eftir hjá Landssjúkrahúsinum var bara at seta læknan at taka sær av screeningini.

Átta mánaðir seinni - og enn eingin skipað bróstkrabbascreening - varð aftur spurt, hvussu gongur, og svarið var, at ein loysn var á gáttini. Men nú er greitt, at mammografiscreeningin er aftur útsett. Hesa ferð til mars næsta ár.

SÍ EISINI - Setið regluligar mammografikanningar í verk

Fleiri størv sum røntgenlækni eru leys, og lýst verður javnan eftir røntgenlækna, sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, í skrivligum svari til útvarpið. Í løtuni eru 11 ósett læknastørv á Landssjúkrahúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723