Kjak um fiskivinnunýskipanina

bannari
Kjak um fiskivinnunýskipanina
Nýskipanarnevndin hevur sent sínar niðurstøður til hoyringar, og kjakið fer mest at snúgva seg um tilfeingisrentuna.
Mynd: Savnsmynd  
 
20.09.2016 - 16:00

Øll fiskirættindi eru uppsøgd, og í 2018 verða aðrar treytir galdandi - men hvørjar? Tað skal Løgtingið avgera.

Royndir hava verið gjørdar at fáa politiska semju um spurningin, men tað hevur ikki eydnast.

Samgongan, sum skipaði landsstýri fyri einum ári síðani, setti eina nevnd at koma við tilmælum, og tey eru nú farin til hoyringar.

Evnið er tilfeingisrentan

Kjakið tekur støði í arbeiðssetninginum hjá nevndini, sum sigur, at farast skal frá privatari sølu av loyvum og fiskirættindum, og at farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan.

Endamálið er, at tilfeingisrentan gerst so optimal sum gjørligt, og at størst møguligur partur av tilfeingisrentuni fellur til landið, stendur í arbeiðssetninginum.

Gestir í kjakinum eftir Dag og Viku eru búskaparfrøðingarnir Johnny í Grótinum, formaður í nevndini, og Jóannes Jacobsen, sum í fleiri ár hevur verið talsmaður fyri, at landið fær tilfeingisrentu fyri loyvini at fiska.

Bogi Godtfred leggur til rættis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV