Málið komið í Løgtingið

Málið komið í Løgtingið
Umbøn um átta mió. kr. í eykajáttan til Glasir er komin í tingið, ið nú skal taka støðu til, um skúlin skal hitast við bæði jarð- og fjarhita
Løgtingið skal taka støðu til, um Glasir skal hitast við bæði jarðhita og fjarhita. Umbøn um átta milliónir krónur er nú komin í tingið
 
22.09.2016 - 15:01

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, skeyt upp upprunaliga upp at játta 13 milliónir krónur til eina jarðhitaskipan í Glasi.

Men síðani hava Umhvørvisstovan, Landsverk, SEV og Fjarhitafelagið mælt til, at bæði jarðhiti og fjarhiti verða í nýggja skúladeplinum. Íløgan í hesa samansettu hitaskipanina er mett til átta milliónir krónur.

SÍ EISINI Ein blandað hitaloysn

Jarðhiti skal veita orku til lághitaskipanina, og fjarhiti skal veita orku til háhitaskipanina. Fíggjarnevndin, sum viðger uppskotið hjá Rigmor Dam, hevur sett Landsverki fleiri spurningar málinum.

Nevndin spyr millum annað, hvussu stórur partur av orkunýtsluni kemur frá ávikavist fjar- og jarðhita í samansettu loysnini, og hvussu stórar rakstrarútreiðslurnar verða.

Spurt verður eisini, hvussu stórt CO2-útlátið verður í samansettu loysnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846