Ongar viðmerkingar um stuðulsmál

Ongar viðmerkingar um stuðulsmál
Tvøroyrar Býráð fer á fundi seinnapartin at taka støðu til tvey tilmæli, so peningur kann játtast Saltsiloini, so arbeiðið kann gerast liðugt
Tvøroyrar kommuna fer seinnapartin at taka støðu til tvey tilmæli um fíggjarligan stuðul til SALT-verkætlanina. Kommunan vil undan fundinum ikki siga, hvørja støðu kommunan hevur til stuðulsmálið
 
23.09.2016 - 12:28

Eingin vil gera viðmerkingar fyri fundin, men útvarpið skilir, at borgarstjórin hevur eitt tilmæli og hinir báðir limirnir í fíggjarnevndini eitt annað tilmæli.

- Tað tekur tað tíð, sum tað tekur at viðgera málið um pengar til Saltsiloina.

Tað er einasta viðmerkingin sum Kristin Michelsen, borgarstjóri, hevur uppundir býráðsfundin á Tvøroyri klokkan fimm seinnapartin.

SÍ EISINI SALT í hondunum hjá kommununi

Tá skal býráðið taka støðu til at játta pengar til Saltsiloina á Drelnesi, so arbeiðið kann gerast liðugt. Fíggjarnevndin hevur umrøtt málið eina tíð, og hevur havt fundir í vikuni.

Eingin vil siga nakað ítøkiligt um, hvat býráðið skal taka støðu til seinnapartin, og heldur ikki fæst at vita, um mmálið verður endaliga avgreitt í dag. Sum skilst so hevur Kristin Michelsen, borgarstjóri eitt tilmæli til býráðið.

Hvat stendur í tí, er ikki eynast at fáa at vita, men tosað hevur verið um, at fíggjarnevndin er sinnað at lata Saltsiloini tær tvær milliónir krónur, sum vóru ætlaðar til rakstur í ár. Saltsiloin hevur ikki brúk fyri stórvegis av pengum til rakstur í ár, tí arbeiðið hevur drigið út.

Biðja landið stuðla eisini

Útvarpið skilir eisini, at hinir báðir limirnir í fíggjarnevndini, Bjarni Hammer, varaborgarstjóri, og Hallur í Heiðunum, hava eitt annað tilmæli. Teir mæla millum annað til at biðja landið um at rinda sín part av tí sum restar í til Saltsiloina.

Í fíggjarlógini fyri í ár, hevur landið sett 1,8 milliónir krónur av til rakstur av Saltsiloini á Drelnesi. Men av tí at arbeiðið hevur drigið út, verður ikki brúk fyri øllum pengunum.

Tí biður Fíggjarmálaráðið tingið um at lækka ta játtanina við einari millión krónum. Tað eru teir pengarnar sum varaborgarstjórin, Bjarni Hammer, og Hallur í Heiðunum, vilja hava landið at lata Saltsiloini, so arbeiðið kann gerast liðugt.

Danskur stuðulsgrunnur setur krøv

Eydnast tað at fáa kommununa at lata Saltsilogrunninum tvær milliónir krónur og landið letur eina millión krónur, so er nóg mikið av pengum til at fullføra arbeiðið.

Nevndin í Saltsilogrunninum hevur fingið at vita frá A.P. Møller grunninum, at grunnurin er sinnaður at veita lata grunninum upp til tríggjar milliónir krónur aftrat, treytað av, at onkur annar kemur við eins stórari upphædd.

Spurningurin er so, hvørjum tilmæli Tvøroyrar Býráð seinnapartin fer at taka undir við, tilmælinum frá borgarstjóranum ella hinum báðum í fíggjarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815