- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmansstjórin segði ósatt

Trúvirðið á miðfyrisitingina eftir sera ivasomu handfaringina av starvsfólkamálinum hjá deildarleiðaranum, Anni á Hædd, er undir trýsti.
Higartil hevur gølan verið avmarkað til Heilsu- og innlendismálaráðið og aðalstjóran har, men nú vendir kastljósið eisini móti Løgmansskrivstovuni og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra.
Umboðsmaðurin kannar ivasama embætisførslu
Løgtingsins Umboðsmaður er farin undir at kanna, hvat vendir upp og niður í Heilsu- og Innlendismálaráðnum.
Ráðið ikki hevur hildið notatskylduna, og aðalstjórin hevur, sambært sær sjálvari, latið frá sær fyrisitingarliga avgerðarrættin til tveir advokatar "úti í býnum", hóast hetta er ikki lógligt.
Og so hjálpti tað heldur ikki uppá trúvirðið, at aðalstjórin samstundis var næstforkvinna í fakfelagnum, sum umboðaði deildarleiðaran, sum var umboðað av sama fakfelag í stríðnum móti sínum aðalstjóra.
Tað var í eini samrøðu um hetta seinasta - gegnistrupulleikan hjá aðalstjóranujm - og skalaða trúvirðið á embætisførsluna í aðalráðnum, at Útvarpið tann 30. august gjørdi samrøðu við Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra.
Hon er - sum tað eitur á fyrisitingarmáli - fremst av líkafólki. Tað vil siga, at hon er tann, sum í evsta føri skal - umvegis løgmann - syrgja fyri, at alt ruggar rætt og, at fyrisitingarligar reglur verða hildnar, og at trúvirðið er í lagi.
Segði ósatt í Útvarpinum
Tí spurdi útvarpið løgmansstjóran tann 30. august, um hon visti um málið, sum leikaði í í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, har aðalstjórin var í tveimum hattum í senn og sat so at siga báðu megin borðið í starvsfólkamálinum. Løgmansstjórin leggur í svarinum sjógv millum seg og málið, og Marjun Hanusardóttir svarar týsdagin 30. august: "Eg visti at málið var har, men eg havi ikki verið inni í málinum."
Men tað er ikki satt, sum løgmansstjórin sigur hendan dagin.
Tí meira enn eina viku frammanundan hevur Marjun Hanusardóttir verið so langt inni í sjálvum málinum, at hon hevur boðið deildarleiðaranum í Heilsu- og Innlendismálaráðnum eitt løgfrøðingastarv - undir sær sjálvari.
Tað sæst í teldubrævi, sum Útvarpið eftir drúgva tíð hevur fingið innlit í frá Løgmansskrivstovuni. Brævið er frá Anni á Hædd og stílað beinleiðis til Marjuna Hanusardóttir við uppfylgjandi spurningum um hetta starvið.
Í brævinum stendur millum annað
"Góða Marjun,
Kann eg fáa eitt prát við teg um mína støðu? Havi júst fingið eitt 'tilboð', sum eg ikki kenni innihaldið av og har ert tú nevnd, eg endurgevi:
"Hon (Gunn Ellefsen, advokatur) sigur, at tey hava tosað við Marjun Hanusardóttir fyri at vita um okkurt løgfrøðingastarv er at seta teg í. Svarið var játtandi - eitt starv sum løgfrøðingur á onkrum stovni undir Marjun er til tín.
(...)Eg kundi hugsa mær at hoyrt meira um hetta, áðrenn eg taki støðu. Hevur tú eina løtu til mín í dag ella í morgin, Marjun?
Heilsan,
Anni"
Brævið er dagfest 22. august - átta dagar fyri, at Marjun Hanusardóttir sigur við Útvarpið, at hon ikki hevur verið inni í málinum.
Løgmansstjórin ikki at hitta
Tað hevur ikki eydnast Útvarpinum at fáa orð á Marjuna Hanusardóttir til tíðindasendingina á nátturða.
Vit ætlaðu at spyrja, hví hon sigur ósatt tann 30. august. Vit ætlaðu eisini at spyrja, hvussu tað ber til, at teldubrævið ikki verður journalført á Løgmansskrivstovuni fyrr enn fyrradagin, altso eftir at Útvarpið beinleiðis hevur víst til starvstilboðið frá løgmansstjóranum til Anni á Hædd.
Skjøl komu knappliga undan kavi
Útvarpið fleiri ferðir spurt, um Løgmansskrivstovan hevði nakað skjal í málinum, men tað hevði Løgmansskrivstovan ikki, hevur svarið verð. Men tá Útvarpið seinasta fríggjadag beinleiðis vísir til tilboðið frá løgmansstjóranum, so er svarið brádliga, at hetta er heilt annað mál, enn tað, Útvarpið áður hevur víst til.
Og í dag finnur umsitingin brádliga trý skjøl í málinum, tvey skrásett leygardagin og eitt í dag.
Útvarpið hevur bara fingið innlit í teldubrævið frá Anni á Hædd. Vit hava ikki fingið innlit í upprunaliga tilboðið frá løgmansstjóranum, sum er eitt telefonnotat, og vit hava heldur ikki fingið triðja skjalið í goymsluni, sum er dagfest í dag, og sum bara kallast "notat".
Hví bara teldubrævið frá Anni á Hædd er leysgivið, men ikki skjølini, sum lýsa embætisførsluna á Løgmansskrivstovuni, hevur Útvarpið onga frágreinging fingið um.