Kanna nú arbeiðsóhapp

Kanna nú arbeiðsóhapp
Arbeiðseftirlitið hevur fólk á Tvøroyri at kanna óhappið á bryggjuni við Varðan Pelagic mikukvøldið
Arbeiðseftirlitið kannar nú, hví eitt arbeiðsóhapp hendi á Varðanum Pelagic mikukvøldið
 
29.09.2016 - 13:51

Ein maður fekk skaða í høvdið seint seinnapartin í gjár, upplýsir politiið. Eitt russiskt skip lastaði vørur frá Varðanum Pelagic.

Í sambandi við hetta arbeiðið kom ein maður av skipinum fyri ein trukk á bryggjuni. Maðurin var á bryggjuni fyri at telja vørupallarnar, sum fóru í skipið.

Maðurin, sum er 30 ára gamal, varð fluttur við tyrlu á Landssjúkrahúsið. Læknarnir hava lagt hann í koma.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980