Varandi tiltøk setast í verk

Varandi tiltøk setast í verk
Neyðugt er við tiltøkum, ið kunnu bøta um javnvágina og haldførið í almenna búskapinum, sigur Fíggjarmálaráðið
 
05.10.2016 - 10:11

Bygnaðarliga hallið í búskapinum er minkað, men neyðugt er við varandi tiltøkum, bæði tá ið ræður um inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, til tess at bøta um javnvágina og haldførið í almenna búskapinum.

Tað sigur Fíggjarmálaráðið í búskaparfrágreiðingini, sum er løgd við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017. Í fjør var bygnaðarliga hallið umleið eitt prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, ella 150 til 200 milliónir krónur.

Í ár minkar hallið, men í fíggjarlógini fyri næsta ár verður bygnaðarliga hallið hjá tí almenna umleið eitt hálvt prosent av BTÚ.

Útreiðslurnar fara at vaksa

Avbjóðingin at bøta um haldførið er eisini, at útreiðslurnar hjá landi og kommnunum á eitt nú heilsu- og almannaøkinum fara at vaksa munandi næsta ár.

Bruttoskuldin hjá landinum er vaksnin munandi síðani 2007, og er góðar fimm milliardir krónur. Tað eru 30-35 prosent av BTÚ.

Haraftrat hava kommunurnar umleið eina milliard krónur í bruttoskuld, umleið seks prosent av BTÚ. Almenna bruttoskuldin í Danmark er umleið 45 prosent av BTÚ.

Kredittvirðið kann versna

Í Evropa er bruttoskuldin nógv hægri, umleið 90 prosent av BTÚ í meðal. Fíggjarmálaráðið sigur, at er rikni fíggjarpolitikkurin ikki haldførur í fleiri ár, er vandi fyri, at kredittvirðið hjá landinum versnar, og at rentan hækkar sum frálíður.

Rentan er søguliga lág í løtuni, men hon kann hækka næstu árini. Tí er umráðandi, at stig verða tikin at bøta um javnvágina millum inntøkur og útreiðslur í almenna búskapinum, sigur Fíggjarmálaráðið.

Uppskotið um fíggjarlóg kemur til fyrstu viðgerð í tinginum seinnapartin. Tingfundurin byrjar klokkan hálvgum tvey. Sambært skránni heldur viðgerðin av fíggjarlógini fram í morgin og fríggjadagin. Síðani fer uppskotið í Fíggjarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329