Hann verður nýggjur aðalstjóri

Hann verður nýggjur aðalstjóri
Herálvur Joensen verður aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Lønin er 72.000 krónur um mánaðin
Herálvur Joensen tekur við sum aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum 1. januar. Starvið er tíðaravmarkað í fimm ár, men kann leingjast við upp til trimum árum, um báðir partar ynskja tað
 
11.10.2016 - 11:36

Herálvur Joensen er 54 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur á Københavns Universitet, og hevur harumframt eina master í altjóða lóg.

Hann hevur royndir sum aðalstjóri í bæði Oljumálaráðnum og Fiskimálaráðnum. Eisini hevur hann verið deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, stjóri fyri uttanríkistænastuna og eitt skifti sendimaður Føroya í Keypmannahavn.

Seinastu árini hevur Herálvur Joensen verið stjóri á Føroya Reiðarafelag. Hann byrjar í nýggja starvinum sum aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum 1. januar 2017.

72.000 um mánaðin

Lønin hjá Herálvi Joensen, sum aðalstjóra í ráðnum, er 55.500 krónur um mánaðin, umframt 20 prosent, tí aðalstjórastarvið er tíðaravmarkað.

Harumframt fær Herálvur Joensen eina viðbót uppá 5.200, sum allir aðalstjórar fáa. Til samans fær Herálvur Joensen umleið 72.000 krónur um mánaðin, umframt tænastumannaeftirløn. 

John Rajani, sum varð innstillaður sum nummar eitt, tá starvið varð lýst leyst fyrstu ferð, hevur onga viðmerking til málið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302