SAS byrjar føroyaflúgving

SAS byrjar føroyaflúgving
Síðst í mars næsta ár fer SAS at flúgva millum Keypmannhavn og Vágar, skrivar danski netmiðilin check-in.dk í morgun
SAS byrjar føroyaflúgving síðst í mars. Ætlanin er at flúgva eina ferð um dagin, skrivar danskur netmiðil
 
11.10.2016 - 07:58

Flúgvingin byrjar, sambært check-in.dk, tann 27. mars. SAS ætlar at flúgva eina ferð um dagin allar dagar í vikuni við Airbus A319, sum tekur 141 ferðafólk, og Airbus A320, sum tekur 168 ferðafólk. 

Lars Sandahl Sørensen, stjóri í SAS, sigur við check-in.dk, at viðskiftafólk hjá SAS hava leingi spurt, nær SAS fer at flúgva til Føroya.

Hann heldur, at marknaðurin er nóg stórur til tvey flogfeløg, Atlantic Airways og SAS. Maersk Air gavst at flúgva til Føroya í oktober í 2004.

Eitt stutt skifti í 2006 fleyg FaroeJet millum Føroya og Danmarkar, men annars hevur Atlantic Airways verið einsamalt um boðið í 12 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980