Størsta tilflyting í 14 ár

Størsta tilflyting í 14 ár
Tilflytingin í Føroyum er tann størsta síðani 2002. Fleiri kvinnur enn menn flyta nú til landið
Verður gongdin nøkunlunda tann sama næstu mánaðirnar, fer fólkatalið í Føroyum upp um 50.000 tíðliga næsta ár
 
13.10.2016 - 14:53

Tað vóru 702 fólk fleiri í Føroyum 1. september í ár enn 1. september í fjør. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðan 2001.

Stóri fólkavøksturin kemur ikki bara av nettotilflytingini, sum var 438, men eisini av burðaravlopinum, sum var 264, skrivar Hagstovan.

Fleiri kvinnur enn menn flyta til Føroya

Av teimum, sum løgdust afturat, er tann størri parturin kvinnur. 374 kvinnur og 328 menn. Stóra broytingin kemst í høvuðsheitinum av, at tað eru færri, sum flyta úr Føroyum.

Ikki síðan 1982 hava so fá fólk flutt úr Føroyum, og tilflytingin er tann størsta síðan 2002. 49.615 fólk búðu í Føroyum tann 1. september í ár.

Verður gongdin nøkunlunda tann sama næstu mánaðirnar, fer fólkatalið í Føroyum upp um 50.000 tíðliga næsta ár, væntar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860