Innflutningurin vaksin

Innflutningurin vaksin
Fyrstu átta mánaðirnar í ár var innflutningurin til Føroya 4,1 milliard krónur, seks prosent meira enn somu mánaðir í fjør
Innflutningur vaks fyrstu átta mánaðirnar í ár - eisini í byggivinnuni vísa nýggjastu tølinini hjá Hagstovuni
 
21.10.2016 - 16:53

Vinnulívið hevur innflutt munandi meir av maskinum og amboðum í ár. Vøksturin er 169 milliónir krónur, ella heili 45 prosent.

Serliga er vøksturin stórur av ymiskum maskinum til frysting, køling og flutning, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.

Meira byggitilfar innflutt

Innflutningur av tilfari til vinnulívið, bæði til byggivinnuna og aðra vinnu, er eisini vaksin hesar mánaðirnar - millum níggju og 14 prosent.

Av vørum, sum eru til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er innflutningurin vaksin fimm prosent. Vøkstur er í mestsum øllum bólkum av húsarhaldsvørum.

Bíliga brennievnið sæst eisini væl í tølunum. Hóast vit hava innflutt umleið somu nøgd sum í fjør, kostaði brennievnið 159 milliónir krónur minni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655