Uppskotið frá nýskipanarbólkinum ikki nøktandi

Uppskotið frá nýskipanarbólkinum ikki nøktandi
Føroya fólk fær alt ov lítið burturúr í tilfeingisrentu, um uppskotið frá nýskipanarbólkinum verður veruleiki.
 
22.10.2016 - 12:48

Og uppskotið tryggjar í alt ov lítlan mun, at nýggir aktørar sleppa inn í vinnuna at kappast við verandi reiðarar um rættin at fiska.

Tað siga búskaparfrøðingarnir Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen í felags kronikk í Dimmalætting.

Búskaparfrøðingarnar skíra nýskipanarnevndina at hava tikið alt ov stór atlit til teir reiðarar, sum eru í vinnuni ídag.

-Stórur partur av frágreiðingini hjá nýskipanarbólkinum er ein verjutala fyri at gera teimum til vildar, sum hava rættindini um hendi frammanundan, skriva Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen millum annað.

Teir minna á, at ein fiskivinnunýskipan má tryggja, at føroya fólk fær alla tilfeingisrentuna, sum er sjálvt virðið av framíhjárættinum og atgongdini til at troyta eitt lívfrøðiliga avmarkað tilfeingi.

Eisini má nýskipanin tryggja, at allir føroyingar fáa møguleika at royna fiskiskap sum vinnuveg undir jøvnum kappingartreytum.

Og sum tað triðja má ein nýskipan tryggja, at fiskivinna varandi kann rekast sum lønandi vinna, og at virðisvøksturin verður so stórur sum tilber.

Búskaparfrøðingarnir ásanna, at øll byrjan er trupul, eisini sum vinnurekandi í fiskivinnu. Eingir vinnuligir karmar kunnu gera nakað við tað.

-Men fyriskipanin av fiskivinnuni eigur ikki at gera gáttina inn í vinnuna hægri enn neyðugt, siga teir.

Tí eiga rættindini at sleppa at fiska at vera seld í smáum eindum og fyri stutt tíðarskeið ísenn.

-Partvís tænir tað beinleiðis sjálvum stavnhaldinum í skipanini, at allir føroyskir borgarar skulu hava javnbjóðis niðurseturætt í fiskiskapi, partvís er hetta til gagns fyri kappingina í vinnuni, og at enda fer hetta at tryggja tilfeingis-eigaranum frægasta marknaðarprísin fyri rættindini, skriva Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen.

Búskaparfrøðingarnir skjóta tí upp, at rættindi verða bjóðað til sølu loypandi, eitt nú ein fastan dag í hvørjum mánaði.

Uppboðssølan skal so fara fram á sama hátt sum á afturlætnu royndaruppboðssøluni í summar. Allir keyparar fáa fiskirættindini til sama prís, sum verður ásettur á uppboðnum. Prísurin er tann lægsti av góðkendu prísunum. 

-Undir hesum uppboðssølu-háttinum verða øll vinnurekandi eggjað til at bjóða júst so nógv fyri fiskirættindini, at útreiðslurnar av at fiska keypta kvotu svara til inntøkurnar av at fiska kvotuna.

Á henda hátt fáa tey mest effektivu skipini fatur á fiskinum, samstundis sum føroya fólk altíð fær røttu og alla tilfeingisrentuna, skriva Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen í kronikkini í Dimmalætting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819