Linari krøv til strandfaraskipini

Linari krøv til strandfaraskipini
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum skjýtur upp, at skipini hjá Strandfaraskipum landsins koma undir krøvini um spillivatn frá 2005
Linari reglur skulu galda fyri strandfaraskipini, tá ið tey beina spillivatn burtur. Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent eitt uppskot til hoyringar
 
31.10.2016 - 09:08

Linari reglur skulu galda fyri strandfaraskipini, tá ið tey beina spillivatn burtur. Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent uppskot um at broyta kunngerðina um kloakkspillivatn á skipum til hoyringar. 

Umhvørviseftirlitið hjá Vørn er komið eftir, at fleiri strandfaraskip lúka ikki krøvini í kunngerðini um útbúnað til at viðgera kloakkspillivatn.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur tí spurt Heilsu- og innlendismálaráðið, um tað ber til í lóggávuni at bera so í bandi, at strandfaraskipini ikki koma undir krøvini frá 2005

Umhvørvistovan: Tveir møguleikar

Spurt verður eisini um skipini ikki kunnu halda fram við at beina burtur óviðgjørt kloakkspillivatn á sjógvi, soleiðis sum tað fyrr hevur verið loyvt.

Umhvørvisstovan, sum hevur viðgjørt spurningin, sigur, at tað eru tveir møguleikar. Annar er at áleggja strandfaraskipunum at goyma spillivatnið umborð, og so tøma tað í eina góðkenda móttøkuskipan í landi.

Sagt verður, at henda loysnin kann verða trupul at fáa at virka skjótt, tí útbúnaðurin á skipunum er ikki so væl innrættaður til at goyma og tøma kloakkspillivatn. 

Hin møguleikin er heimild í Marpol-sáttmálanum um at seta linari reglur í gildi fyri skip, sum ikki eru í altjóða sigling, og Heilsu- og innlendismálaráðið mælir tí til at brúka hesa loysnina.

Hoyringarfreistin er 28. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053