Endaliga samtykt: 15 fyri, 14 ímóti

Endaliga samtykt: 15 fyri, 14 ímóti
Løgtingið samtykti seinnapartin endaliga at endurstovna Landsbankan og at stovna føroyskt váðaráð
 
15.11.2016 - 16:55

Tá atkvøtt varð við triðju viðgerð um uppskotið fra Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, vóru 15 atkvøður fyri og 14 ímóti.

Uppskotið varð samtykt við teimum broytingum, sum samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini mæltu til.

Undir viðgerðini í tinginum í dag var Heðin Mortensen, samgongutingmaður, ivasamur um uppskotið, serliga tí partinum, ið snúði seg um at stovna váðaráð. 

SÍ EISINI Nú verður endaliga viðgerðin

Men tá avtornaði atkvøddi hann fyri uppskotinum. Málið um landsbanka og váðaráð varð beint aftur í fíggjarnevndina, tá tað varð til triðju viðgerð 20. oktober.

Samgonguflokkarnir í nevndini mæltu tinginum til at samtykkja uppskotið. Andstøðuflokkarnir mæltu frá at samtykkja tað.

Eitt uppskot frá Bárði á Steig Nielsen um enn einaferð at beina málið aftur í fíggjarnevndina fall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213