NATO-aðalskrivarin: Trump fer at halda skyldurnar

NATO-aðalskrivarin: Trump fer at halda skyldurnar
Londini í Evropa skulu brúka meira pening til verjuendamál, heldur Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari. Donald Trump hevur sama sjónarmiðið
Evropeisku londini skulu brúka meira pening til verjuendamál, heldur Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari
 
16.11.2016 - 09:51

NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, er sannførdur um, at nýggi amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at halda allar sínar skyldur í NATO

Jens Stoltenberg hevur verið á fundi hjá verjumálaráðharrunum í Brússel. NATO-aðalskrivarin vísir á, at Donald Trump hevur kravt, at Evropa nýtir meiri pening til verjuendamál.

- Donald Trump gjørdi greitt undir valstríðnum, at hann tekur undir við NATO. Eg eri vísur í, at hann sum amerikanskur forseti fer at halda allar skyldur, sum USA hevur í NATO-samgonguni, sigur Stoltenberg.

Stoltenberg samdur við Trump

- Eg eri púra samdur við hann. Hetta hevur verið amerikanska sjónarmiðið í mong ár, og nú síggja vit, at evropeararnir gera størri íløgur í verjuna og sostatt býta byrðuna betur, sigur Jens Stoltenberg.

Donald Trump segði fleiri ferðir í valstríðnum, at NATO eigur bara at verja lond, sum brúka nóg mikið av peningi til verjuendamál. 

Jens Stoltenberg leggur dent á, at grein fimm í NATO-sáttmálanum tryggjar, at felagsskapurin skal hjálpa øllum limalondum treytaleyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128