Fíggjarstøðan ikki góð

Fíggjarstøðan ikki góð
Fiskiveiðieftirlitinum tørvar pening. Minni orka er til at kanna fiskin, sjóverjuskip manglar trygdargóðkenning og færri eftirlitsfólk eru
Fíggjarstøðan hjá Fiskiveiðieftirlitinum er ikki góð. Stovnurin hevur seinastu árini fingið meira at gera fyri minni pengar.
 
21.11.2016 - 07:59

Fíggjarstøðan hjá Fiskiveiðieftirlitinum er ikki góð. Stovnurin hevur seinastu árini fingið meira at gera fyri minni pengar.

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur fingið at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, at støðan er ikki nøktandi.

Játtanin til Fiskiveiðieftirlitið er minkað seinastu árini. Í 2008 var játtanin smáar 45 milliónir krónir, í 2017 er hon knappar 41 milliónir krónur.

Nógvar avleiðingar

Kranin á Tjaldrinum hevur ikki havt trygdargóðkenning í tvey ár. Tjaldrið er tí ikki fult virkisført.

Brimil hevur ikki havt ráð til olju hvønn dag og hevur av somu orsøk ligið við fullari manning.

Serliga er lítil orka at kanna fiskin, sum føroysk skip avreiða ella landa, og at fara umborð á mongu útlendsku fiskiskipini, sum fiska undir Føroyum.

Færri eftirlitsfólk

Vørn hevur tillagað raksturin við at skerja talið av eftirlitsfólki á landi. 

Í 2008 vóru seks eftirlitsfólk og eygleiðarar, nú er eingin eygleiðari og tvey eftirlitsfólk, har tað eina eisini hevur umsitingarligum uppgávur.

Landsstýrismaðurin hevur biðið um 900.000 krónur afturat til Fiskiveiðieftirlitið á fíggjarlógini fyri 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816