Trump: Clinton fekk nógvar ólógligar atkvøður

Trump: Clinton fekk nógvar ólógligar atkvøður
Nógvar ólógligar atkvøður eru grundin til, at Clinton fekk fleiri persónligar atkvøður á forsetavalinum 8. november, sigur komandi forsetin
Hillary Clinton kann enda við at fáa 2,5 milliónir fleiri atkvøður enn Donald Trump, tá allar atkvøður eru taldar. Grundin er nógvar ólógligar atkvøður, sigur Donald Trump
 
28.11.2016 - 10:25

Hóast Hillary Clinton fyribils hevur fingið tvær milliónir fleiri atkvøður enn komandi amerikanski forsetin, tvíheldur Trump kortini um, at hann hevur vunnið forsetavalið 8. november, tá talan er um persónligar atkvøður.

Á Twitter skrivar komandi forsetin, Donald Trump, at fleiri ólógligar atkvøður eru grundin til, at Hillary Clinton hevur fingið fleiri persónligar atkvøður enn hann.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Umframt at vinna stórsigur, tá talan er um valfólk, vann eg eisini sjálvt valið, um tú dregur øll millióntals fólkini, sum hava atkvøtt ólógligt, frá, skrivar Donald Trump.

Donald Trump skrivar tó ikki, hvat hann sipar til, tá hann skrivar "ólógligt." Nakrar tímar seinni skrivar Donald Trump aftur:

- Alvorligt svik við atkvøðum í Virginia, New Hampshire og Kalifornia, hví skriva fjølmiðlar ikki um tað? Stórur trupulleiki.

Greinin heldur fram niðanfyri

Uppteljingin er framvegis í gongd í USA. Clinton kann enda við at fáa 2,5 milliónir fleiri atkvøður enn Trump, tá allar atkvøður eru taldar skrivar Reuters.

Men restin av uppteljingini er bara til at prýða seg við. Donald Trump hevur fingið greiðan meiriluta í serligu amerikonsku valskipanini, har tú vinnur eitt tal av valfólki frá amerikonsku deilstatunum og økjunum.

Donald Trump vann meirilutan á forsetavalinum í USA 8. november. Tað vil siga í minsta lagi 270 valfólk, og tí vann hann á Hillary Clinton.

Uppáhaldið ikki prógvað

Í sonevnda Rust-beltinum, sum eru fimm statir í landnyrðingspartinum í USA, vann Donald Trump týdningarmiklar ídnaðarstatir, eitt nú Ohio og Pennsylvania.

Sambært Reuters, hevur Trump eingi prógv fyri sínum uppáhaldi, at sigurin hjá Clinton í atkvøðum eru ólógligar atkvøður.

Republikanararnir hava fingið 290 valfólk, meðan demokratarnir hava fingð 232 valfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558