Eftirmeting: Samanleggingin ikki væleydnað

Eftirmeting: Samanleggingin ikki væleydnað
Góðar grundir eru til at ivast í gegninum hjá Mentamálaráðnum at viðgera málið. Tað kemur fram í eftirmetingini av samanleggingini í Søvnum Landsins
Samanleggingin av Søvnum Landsins hevur ikki riggað nóg væl, men samanleggingin skal halda fram, verður sagt í tilmæli um at eftirmeta Søvn Landsins
 
30.11.2016 - 11:58

Samanleggingin av Søvnum Landsins hevur ikki riggað nóg væl, men samanleggingin skal halda fram, verður sagt í tilmæli um at eftirmeta Søvn Landsins.

Av góðum grundum kann ivi vera um gegnið hjá Mentamálaráðnum at viðgera málið. Tí er rættast at Fíggjarmálaráðið viðger tað, til alt er komið í rættlag, stendur í tilmælinum.

Málið byrjar, tá starvsfólk á Søvnum Landsins kæra til Mentamálaráðið um stjóran á Søvnum Landsins, Andras Mortensen.

Men Mentamálaráðið var inhabilt, tí stjórin á Søvnum Landssins, Andras Mortensen, og aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, eru svágrar.

SÍ EISINI Metti seg ikki ógegnigan til fyrru klaguna

Tí endar málið í Fíggjarmálaráðnum. Jóan Pauli Joensen, professari, varð biðin um at gera eina eftirmeting av samanleggingini av Søvnum Landsins.

Í eftirmetingini, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, verður mælt til, at samanleggingin heldur fram, men tað hava verið trupulleikar, staðfestir frágreiðingin:

"Samanleggingin hevur tikið alt ov langa tíð, ongin ivi um tað, og tí er tað nú neyðugt at arbeiða skjótt og miðvíst, og helst at fáa tey flestu at taka undir við eini nýggjari skipan, við greitt ásettum tíðarfreistum, sum skulu haldast - tað eru ikki órímilig krøv at seta."

SÍ EISINI Samanleggingin ongan veg komin

Skrivað verður eisini: "Heldur ikki tykist Mentamálaráðið at hava eina felags fatan av, hvat endamálið við samanleggingini skuldi vera". Sagt verður eisini:

"Fyri at siga tað stutt, er samanleggingin sloppin at taka alt ov langa tíð, og enn er eingin vissa fyri, at punktum verður sett við tað fyrsta, tí Mentamálaráðið er í summum førum eins val og Søvn Landsins í stríð við seg sjálvt í hesum máli."

Frágreiðingin setur eisini spurnartekin við gegnið hjá Mentamálaráðnum: "Hinvegin kann tað, sum landið liggur í løtuni, við góðari grund vera orsøk til framhaldandi at ivast í gegninum hjá Mentamálaráðnum at viðgera málið.

SÍ EISINI Mentamálaráðið ikki svikið stovnin

Ikki bara tí stjórin fyri Søvnum Landsins og aðalstjórin eru svágrar, men ikki minni av teirri orsøk, at fulltrúin, ið fremst av øllum hevur havt við Søvn Landsins at gera, er gift við einum starvsfólki og eisini er systur eitt annað starvsfólk á Fornminnissavninum, sum hevur klagað.

Víðari stendur: "Tað rættasta mann tí vera, at Fíggjarmálaráðið, sum hevur fingið málið litið upp í hendi frá løgmanni, viðgerð málið til alt er komið upp á pláss."

Fíggjármálaráðið sigur í skrivi til starvsfólkini á Søvnum Landsins, at Fíggjarmálaráðið er samt við, at gegnistrupulleikar hava viðvirkað til, at Mentamálaráðið er ikki nóg arbeiðsført. Mentamálaráðið hevur ikki skumpað undir og fylgt upp.

SÍ EISINI Niðurstøða: Samanleggingartilgongdin kollsigld

Hinvegin er Fíggjarmálaráðið ikki samt við tilmælinum um, at Fíggjarmálaráðið skal yvirtaka málsøkið Søvn Landsins, til samanleggingin er komin uppá pláss.

Í frágreiðingini verður eisini mælt til, at stjórin á Søvnum Landsins beinanvegin setur ein skrivstovustjóra á fyrisitingina.

Uppgávan hjá skrivstovustjóranum skal millum annað lætta um hjá stjóranum í sambandi við, at samanleggingin av Søvnum Landsins nú endaliga skal fremjast, stendur í frágreiðingini.

SÍ EISINI Niðurstøðan um savnsstjóran á veg

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109