Gloym kortið: Skjótt kanst tú gjalda við selfie

Gloym kortið: Skjótt kanst tú gjalda við selfie
Í 2017 skulu fólk kunna gjalda við andlitsafturkenning heldur enn við gjaldskorti, sigur ein stór veitingarfyritøka
Í 2020 fara 30 prosent av øllum flytingum at verða gjørdar uttan gjaldskort, sigur Mastercard, sum í løtuni arbeiðir við eini skipan, so tú kanst gjalda við andlitsmynd av tær sjálvum
 
05.12.2016 - 14:24

Menningin innan onlinetænastur heldur fram. Áðrenn 2017 er liðugt, skalt tú kunna gjalda við eini andlitsmynd av tær sjálvum, skrivar finans.dk.

Tað ætlar fyritøkan Mastercard, ið er ein av teimum størstu veitarunum av gjaldskortum, sum kunnu brúkast um allan heimin.

Fyritøkan ætlar, at tú skalt kunna gjalda við nýggju tøknini, Mastercard ID Check, ið kennir andlitið hjá tær aftur heldur enn við gjaldskorti.

Tøknin komin eitt stig nærri

- 83 prosent av brúkarunum gloyma eitt av mongum loyniorðum eftir einari viku, og tað royna vit at loysa, sigur Christophe Zehnacker frá Mastercard sambært finans.dk

Mastercard hevur áður tosað um nýggju tøknina, men hetta er fyrstu ferð, at fyritøkan hevur sett eina nærri dagfesting á, nær nýggja tøknin verður klár.

Føroysku peningastovnarnir arbeiða í løtuni við at seta eina aðrari skipan, MobilePay, so tú kanst gjalda við fartelefon í handlum og nethandlum, í verk í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860