Breið semja um samanlegging

Breið semja um samanlegging
Suðuroyggin hevur eitt felagslið í Effodeildini komandi ár
Ein stórur meiriluti av limunum í TB atkvøddu eisini fyri samanleggingini
Mynd: savnsmynd  
 
15.12.2016 - 20:45

Tað er greitt, eftir at øll trý feløgini, Royn, FC Suðuroy og elsta felagið í Føroyum, Tvøroyrar bóltfelag, atkvøddu fyri at kasta saman um eitt felags lið í bestu deildini. Fá mundu ivast í, at liðið á sunnaru helvt og norðasta liðið á oynni, Royn, fóru at atkvøða fyri samanleggingini á eykaaðalfundunum í kvøld, men ivi var um samanleggingina til tað seinasta í nýggja TB húsinum í Trongisvági. Tann ivin var tó eisini skjótt skúgvaður til viks, tá tað vísti seg, at bert 8 av teimum 52 limunum, ið høvdu atkvøðurætt, atkvøddu ímóti. 

Ein løtu óttaðust fólk fyri, at landspolitiska støðutakanin hjá m.a. løgtingslimunum av Tvøroyri, til frítíðareftirskúlaætlaninar í Vági, fór at ávirka stemningin til samanleggingina. Men  so var ikki, tá avtórnaði. 

 

Yvirbygningur

Allir smálutir eru ikki komnir uppá pláss enn, men greitt er, at talan verður um ein yvirbygning, sum skal gera tað møguligt at taka kappingina upp við hini feløgini í Føroyum í bestu deildini bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Øll feløgini, TB, Royn og FC Suðuroya, halda fram í yngru deildunum undir egnum nøvnum. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938