Gamla kirkjan á Argjum skal seljast

Gamla kirkjan á Argjum skal seljast
Tórshavnar kommuna vil ikki keypa kirkjuna á Argjum, men heldur, at kirkjuráðíð kann selja gomlu kirkjuna í fríari sølu fyri metingarvirði
Gamla Argja kirkja verður í næstum væntandi lýst til sølu
Mynd: savnsmynd  
 
16.12.2016 - 07:45

Sambært kirkjuráðnum er virðismetingin 4,9 mió kr.

Kirkjuráðið á Argjum er komið so langt við fyrireikingunum at byggja nýggja kirkju, at tað nú hevur biðið Tórshavnar kommunu um at vera við í fíggingini. Biðið verður um fimm milliónir til klædning og tak og fýra milliónir til uttanumøkið.

Fyrisitingin hjá kommununi mælir í fyrsta umfari til at játta fimm milliónir til klædning og tak av rhein-sinki, sum kemur undir byggilistaliga útsjónd. Samanborið verður við Vesturkirkjuna, har kommunan rindaði fyri byggilistaligu útsjóndina, sum er kopartakið á Vesturkirkjuni.

Spurningurin um fígging til uttanumøkið kann takast upp aftur seinni, tá kirkjubyggingin er komin longri áleiðis, kanska sum partur av fríðkan av býnum, sigur fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 06 juli 2026
210564
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522