Fíggjarlógin á skránni

Fíggjarlógin á skránni
Løgtingið fer í dag at hava triðu viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017.
 
19.12.2016 - 08:09

Fleiri broytingar eru gjørdar millum aðru og triðu viðgerð. Ætlanin er millum annað at seta sjeyhundraðtúsund krónur av til eitt víðkað háskúlatilboð í Vági, fýrahundraðtúsund krónur verða settar av at fyrireika ein eftirskúla í norðaru helvt av Suðuroynni og fýrahundraðtúsund kronur verða settar av til at fyrreika ein nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík.

Andstøðan hevur 21 broytingaruppskot. 

Fíggjarlógin skal samtykkjast innan árslok, tí hon fær gildi fyrsta januar.

Løgtingið fer eisini at hava aðru viðgerð av málinum um at lata eykajáttan til Salt siluna á Drelnesi. Málið hevur ligið í fíggjarnevndini síðan seinast í oktober, men á fundinum fríggjadagin, atkvøddi eitt samt løgting fyri at fáa málið aftur úr fíggjarnevndini. Eisini fer løgtingið at hava fyrstu viðgerð av málinum um at lata fjølmiðlum miðlastuðul.

Løgtingsfundurin byrjar klokkan hálvgum tvey seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342