Íslendingar vilja hjálpa

Íslendingar vilja hjálpa
Íslendingar eiga at hjálpa føroyingum eftir ódnirnar her á jólum, halda føroyavinir í Íslandi. Mælt verður til at gera eina landsinnsavning
Føroyavinir í Íslandi hava sent forsetanum, ráðharrum og altingsfólkum áheitan um at hjálpa føroyingum eftir jólaódnina
Mynd: Lesaramynd: Regin Thomsen  
 
29.12.2016 - 12:20

Føroyavinir hava sent bræv til íslendska forsetan, ráðharrarnar og altingsfólkini og biðið tey stuðla føroyingum við pengum, nú so nógvur skaði er hendur í Føroyum.

Føroyingar hava so ofta stuðlað íslendingum við pengum eftir náttúruvanlukkur so sum eldgosið í Vestmannaoyggjunum og skalvalopini á Flateyri og í Súðavík.

SÍ EISINI #JOLAODN16: Her eru lesaramyndirnar

Føroyingar vóru eisini tey fyrstu at læna íslendingum pengar eftir búskaparliga skrædlið í Íslandi 2008.

Tey, sum nú hava heitt á politisku myndugleikarnar í Íslandi, eru tey somu, sum í 2014 stovnaðu facebookbólkin "Vit biðja um umbering" eftir at føroyski trolarin Næraberg ongar tænastur ella hjalp fekk í havnini í Reykjavík.

Nógvar viðmerkingar eru á Facebook um jólaveðrið í Føroyum. Mælt verður til at gera eina landsinnsavning í Íslandi til frama fyri føroyingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV