Siga »nei« til hjálp: Nú øsa fólk seg

Siga »nei« til hjálp: Nú øsa fólk seg
Tað er ikki fallið í góða jørð, at landsstýrismaðurin hevur boðað íslendingum frá, at føroyingar ikki taka ímóti peningi, íslendingar savna inn
Tað fellur ikki í góða jørð hjá øllum, at almennu Føroyar siga "nei takk" til peningin, íslendingar savna inn til føroyingar í løtuni
 
03.01.2017 - 18:40

"Álvaratos! Takið ímóti hasi útstrektu hondini frá íslendingum. Gevið teimum ein kjans at hjálpa føroyingum." "Eg haldi, hetta er langt úti."

Landsstýrismaðurin er fyri atfinningum á Facebook, eftir at hann hevur svarað íslendingum, at Føroyar ikki hava brúk fyri hjálp eftir oyðileggjandi ódnirnar á jólum.

Meðan íslendingar í løtuni savna pening inn til føroyingar, er ikki vist, at almennu Føroyar fara at taka ímóti peninginum. Tað hevur Poul Michelsen gjørt greitt.

SÍ EISINI Siga »nei« til hjálp

Men tað fellur ikki í góða jørð, at landsstýrismaðurin ikki tekur ímóti peninginum, sum verður savnaður inn í Íslandi. Nógv fólk øsa seg á facebooksíðuni hjá KvF.

"Eg haldi, at Poul skuldi heldur verið takksamur og víst annan hugburð móti íslendingum," sigur ein av teimum, ið hevur sagt sína hugsan á tráðnum niðanfyri.

Greinin heldur fram niðanfyri

Meðan tey flestu øsa seg um, at landstýrismaðurin ikki hevur ætlanir um at taka ímóti innsavnaða peninginum vegna almennu Føroyar, eru eisini onnur, sum halda tað øvugta.

"Nakrar ódnir, sum vit eru væl fyrireikað at taka ímóti, er ikki nøkur vanlukka fyri okkara samfelag. Haldi, at teir áttu at goymt hasar pengarnar til okkurt meiri álvarsligt hendi."

Fleiri lesarar halda, at føroyingar kunnu taka ímóti peninginum frá íslendingum, og býta peningin millum tey ymisku bjargingarfeløgini, sum eru í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740