Her er mest seldi bilurin í Føroyum

Her er mest seldi bilurin í Føroyum
Mitsubishi ASX varð mest seldi bilurin í Føroyum í 2016. Annanhvønn yrkadag varð ein nýggjur skrásettur hjá Akstovuni í fjør
Her er mest seldi bilurin í Føroyum í fjør. Akstovan skrásetti til samans 116 nýggjar Mitsubishi ASX-bilar í 2016
 
04.01.2017 - 15:35

116.

So nógvir Mitsubishi ASX-bilar vórðu í 2016 skrásettir og fingu nýggjar nummarplátur hjá Akstovuni, vísa tølini, nú stovnurin hevur gjørt árið upp.

SÍ EISINI Sí allan listan: Her eru mest seldu bilarnir

Umroknað svarar tað til, at ein nýggjur Mitsubishi ASX-bilur rullaði út á føroysku vegirnar umleið annan hvønn gerandisdag í 2016 sambært tølunum.

Tað er kortini einki nýtt, at føroyingum dámar best ASX-bilarnar hjá Mitsubishi; tað gjørdu føroyingar eisini í 2015. Tá vórðu til samans 110 seldir í Føroyum.

Toyota mest selda bilmerkið

Toyota varð mest selda bilmerkið í Føroyum í fjør, tá tey ymisku sniðini hjá øllum bilmerkjunum vórðu tald saman. Føroyingar keyptu 303 Toyota-bilar í 2016.

Tilsamans vórðu seldir 1.971 persónbilar í Føroyum í 2016. Tað eru umleið 150 fleiri enn árið fyri, 2015. Tá vórðu til samans skrásettir 1.822 persónbilar hjá Akstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158