Hjúnabandslógin aftur í miðdeplinum

Hjúnabandslógin aftur í miðdeplinum
Jógvan á Lakjuni skuldsetur løgmann fyri at bróta stýrisskipanarlógina, og fyri at trýsta embætisfólk í Mentamálaráðnum fyri at fáa sín vilja
Tingmaður vil nú vita um løgmaður ella landsstýrið fara at áleggja embætisfólki í kirkjumálum at gera uppskot um at broyta ella strika grein 14, stykki 2 í hjúnabandslógini ímóti teirra sannføring
 
06.01.2017 - 10:27

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, vil hava at vita frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, hvussu hann í sambandi við hjúnabandslógina kann fara uttanum Løgtingið og stýrisskipanarlógina, har tað stendur, at mál verða yvirtikin sambært løgtingslóg.

Tað ger hann í einum grein 52 fyrispurningi. Hann spyr eisini, um løgmaður kann vátta, at hægstu embætismenn í kirkjumálum í Mentamálaráðnum eru fullkomiliga ósamdir við løgmann um, at grein 14, stykki 2 í hjúnabandslógini er yvirtikið.

Hann vil hava løgmann at greiða frá, hví hann ikki lurtar eftir tí føroyska kirkjumálaráðnum, sum við ógvuliga góðum og sannførandi argumentum prógvar, at hetta stykkið ikki er yvirtikið.

Vil vita um starvsfólk verða trýst

Jógvan á Lakjuni vil eisini hava at vita, um løgmaður ella landsstýrið fara at áleggja embætisfólki í kirkjumálum í Mentamálaráðnum at gera uppskot um at broyta ella strika grein 14, stykki 2 í hjúnabandslógini ímóti teirra sannføring?

Jógvan á Lakjuni vísir á, at sambært stýrisskipanarlógini kann einki mál verða yvirtikið uttan við løgtingslóg.

Tá ið Fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007, var gjørt púra greitt, at hjúnabandslógin ikki var partur av yvirtøkuni, og tað var útgreinað væl og virðiliga í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Øll umsitingin - bæði á Løgtingi og í landsstýri - hava verið sannførd um tað, og tey hava eisini handlað út frá tí. Ikki minst hevur tað føroyska kirkjumálaráðið og embætismenninir har við sannførandi argumentum prógvað, at stk. 2 í §14 er ikki yvirtikið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604