- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórt fráfall á útbúgvingum
Talið av lesandi á Fróðskaparsetrinum er tvífaldað tey síðstu fimm árini, og nú lesa 1.000 fólk á Fróðskaparsetri Føroya.
Men bara ein brotpartur av teimum, sum fáa tilboð um hægri lesnað á Fróðskaparsetrinum, fullføra útbúgvingina og fáa prógv í hondina.
Sí grafikkin niðanfyri
Á nøkrum útbúgvingum koma tey flestu ígjøgnum og fáa prógv, á øðrum kemur bara ein lítil brotpartur ígjøgnum. Tað vísir eitt yvirlit, Løgtingið fekk undir fíggjarlógarviðgerðini stutt fyri jól.
Í grafikkinum niðan fyri sært tú, hvussu nógv fólk ávikavist vórðu upptikin og hvussu nógv fingu prógv á Fróðskaparsetrinum frá 2011-2016.
Greinin heldur fram niðanfyri
Kelda: logting.fo
Grafikkur: Ljósablátt: Upptikin á útbúgvingini. Myrkablátt: Fingu prógv
Tølini skulu takast við ávísum fyrivarni. Ymiskt er, hvussu nógv eru upptikin frá ári til ár, og har útbúgvingarnar eru uppraðfestar síðstu árini, ganga nøkur ár áðrenn nýggju næmingarnir koma ígjøgnum skipanina.
Av somu orsøk fáa tølini ikki ávaringarlampurnar at blinka hjá rektaranum á Fróðskaparsetrinum. Men Sigurð í Jákupsstovu ásannar, at á summum útbúgvingum er fráfallið alt ov stórt.
Tað sigur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya í sendingini, Radarin, sum vit senda í útvarpinum seinnapartin klokkan 17:05, har tú kanst hoyra meira um evnið.
Sambært tølunum hjá Fróðskaparsetrinum vóru 450 lesandi á Setrinum í 2011, í dag er talið 1.000. Fróðskaparsetrið hevur ikki ein greiðan málsetning fyri, hvussu stórt fráfallið í mesta lagi má vera.