Viðgera nú kæru um Høgna Hoydal

Viðgera nú kæru um Høgna Hoydal
Landsstýrismálanevndin fer at hava fund um kæruna frá Meginfelagi Útróðrarmanna um Høgna Hoydal, landsstýrismann, fyrrapartin hósdagin
Høgna Hoydal viðgjørdur í Landsstýrismálanevndini
Mynd: savnsmynd  
 
15.01.2017 - 13:29

Ætlanin var at hava fund um málið í síðstu viku, men hann var útsettur vegna forfall í nevndini.

Meginfelag Útróðrarmanna hevur kært Høgna Hoydal, landsstýrismann, og vil hava landsstýrismálanevndina at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum, tá hann gjørdi og legði fram lógaruppskotið um fiskidagarnar í fiskiárinum, sum byrjaði 1. september í fjør.

Meginfelagið heldur millum annað uppá, at Høgni Hoydal villleiddi løgtingið. Felagið heldur, at tingfólk í roynd og veru viðgjørdu málið og atkvøddu um tað í blindum.

Á fyrsta fundinum fer landsstýrismálanevndin at gjøgnumganga málið saman við nevndarskrivaranum.

Bárður Kass Nielsen, formaður í landsstýrismálanevndini, veit í løtuni ikki at siga, nær komið verður til eina niðurstøðu um annaðhvørt at fara upp í málið, ella at vísa kæruni frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860