Vikuna fyri eldsbrunan varð virðið tvífaldað

Vikuna fyri eldsbrunan varð virðið tvífaldað
Ein viku undan eldsbrunanum á ferjuni Scandinavian Star, varð virðið tvífaldað og samstundis varð teknað trygging fyri 24 milliónir dollarar
Ein viku undan eldsbrunanum á ferjuni Scandinavian Star, varð virðið tvífaldað og samstundis varð teknað trygging fyri 24 milliónir dollarar
Mynd: Savnsmynd  
 
15.01.2017 - 10:39

Ein viku undan eldsbrunanum á ferjuni Scandinavian Star í apríl 1990 varð virðið á ferjuni tvífaldað í einum óvanligum handli, og samstundis varð teknað trygging fyri 24 milliónir dollarar, skrivar Politiken í dag.

Hesar upplýsingar skunda undir gitingarnar um, at talan var um tryggingarsvik, tá eldur kom í skipið. Eldsbrunin kravdi 159 mannalív.

Men higartil hevur Niels-Erik Lund, sum stóð fyri at selja Scaninavian Star til amerikanska felagið Sea Escape, hildið uppá, at tað var marknaðarvirðið á skipinum, sum var tvífaldað. Sambært Niels-Erik Lund vóru tríggir aðrir keyparar fúsir at rinda 21,7 milliónir dollarar fyri Scandinavian Star, sum eisini var prísurin, sum danski handilsmaðurin Henrik Johansen skuldi rinda fyri skipið.

Men teir tríggir keypararnir, sum skuldu eitast at hava áhuga fyri ferjuni, siga nú, sambært Politiken, at teir høvdu ongan áhuga at keypa Scandinavian Star, og als ikki fyri henda prísin. Niels Erik Lund hevur sagt, at eitt nú pólska felagið, Polferries, hevði áhuga fyri Scandinavian Star, tí felagið leitaði eftir einum skipi til farmaflutning millum Pólland og Svøríki. Men táverandi stjórin í Polferries vísir hesum aftur. Hann sigur, at Scandinavian Star var ikki egnað til rutuna millum Pólland og Svøríki. Tað endaði við, at amerikanska felagið Sea Escape fekk útgoldnar 14 av teimum 24 milliónum dollarunum í endurgjaldi, tí Henrik Johansen, sum umboðaði felagið, hevði ikki goldið fyri skipið.

Løgreglan í Oslo gavst at kanna málið um eldsbrunan á Scandinavian Star í august í fjør. Løgreglan slepti málinum, tí eingin gerningsmaður varð funnin, og hon kundi heldur ikki ávísa nakað samband millum tryggingina og eldsbrunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444