Tíðartalvan í málinum um horvnu Birnu Brjánsdóttir

Tíðartalvan í málinum um horvnu Birnu Brjánsdóttir
Birna Brjánsdóttir hevur verið horvin síðani seint leygarkvøldið, 14. januar, og umfatandi leiting er sett í verk. Her er tíðartalva í málinum
Birna Brjánsdóttir varð seinast sædd leygarnáttina
Mynd: privatar myndir  
 
18.01.2017 - 22:41

 

 - Náttin til leygardag, hin 14. januar:

05:25 - Birna er seinast sædd á vakmyndatóli á Laugarvegi 31, og tá hevði hon verið á skemtistaðnum, Húrra. Um somu tíð, sum hon sæst seinast í vakmyndatóli, sást reyður Kia Rio-bilur koyra framvið.

5:50 - Fartelefonin hjá Birnu verður sløkt. Telefonin hevði samband við mastur í gomlu brandstøðini við Flatahraun í Hafnarfirði. Eftir øllum at døma er fartelefonin sløkt við vilja.

5:53 - Reyður Kia Rio-bilur sæst á vakmyndtóli við felagshúsið hjá golfklubbanum í Kópavogi og Garðabær við Vífilsstað.

Umleið 6:00 - Aftur sæst reyður Kia Rio-bilur á upptøkum frá vakmyndatólum, - hesaferð við havnina í Hafnarfirði, har grønlendski trolarin, Polar Nanoq, liggur við bryggju.

mynd: løgreglan í Reykjavík

 

- Leygardagur, hin 14. januar:

Vinkona Birnu setur seg í samband við familjuna hjá Birnu, tí hon møtti ikki til arbeiðis leygarmorgunin. 

Familja og vinir ringja og fara at leita, men til fánýtis.

21:00 Løgreglan sendir út eftirlýsing eftir Birnu Brjánsdóttir, sum er 170 cm long og vigar 70 kilo. Hon hevur sítt, ljóst-reytt hár. Hon var í svørtum kovboybuksum, gráari troyggju, svørtum jakka við hettu og í svørtum Dr.Marens-skóm, tá hon hvarv. 

Sama kvøld fer grønlendski trolarin, Polar Nanoq frá bryggju í Hafnarfjørðinum við kós móti Grønlandi.

Mamma Birnu Brjánsdóttir        (mynd: Skjáskot - RÚV)

- Sunnudagin, hin 15. januar:

Fleiri fólk hjálpa til í privatari leiting. Mamma Birnu, Sigurlaug Hreinsdóttir, sigur, at familja, vinir og ókend fólk hava hjálp til við leitingini. 

Sigurlaug heitti seinni á bjarginarfeløg um at hjálpa, og at dóttirin ikki var rýmd heimaífrá. 

Løgreglan kom uppí málið og fór at kanna upptøkur frá vakmyndatólum. 

Men fáa upplýsingar vóru fingnar til vega, og var leitað við hundum í miðbýnum í Reykjavík. Men leitingin var framvegis ikki almenn.

mynd: Ægir Tór Eysteinsson - RÚV

- Mánadagur, hin 16. januar:

Tíðliga mánamorgunin eftirlýsir løgreglan í Reykjavík alment bilføraran í reyða Kia Rio-bilinum, men ongar aðrar upplýsingar vóru um bilin tá, annað enn, at hann varð sæddur í upptøku frá vakmyndatólum á Laugarvegnum. 

Um middagsleitið verður almenn leiting sett í verk í miðbýnum í Reykjavík, har serdeildir í leitingum leitaðu høgt og lágt í radius upp á 300 metrar frá, har Birna seinast varð sædd.

17:00 - Løgreglan boðar til tíðindafund, og greiðir frá um upplýsingar, sum eru komnar fram um bilføraran á reyða Kia Rio-bilinum. Heitt verður á almenningin um at koma við upplýsingum, tí løgreglan stendur so at siga á berum.

Leitað verður í Urriðaholti og í Heiðmørk eftir Birnu, men uttan úrslit.

Tíðindafundur hjá løgregluni      (mynd: Skjáskot - RÚV)

- Náttin til týsdagin, hin 17. januar:

Mánakvøldið verða skógvar funnir á kajini í Hafnarfirði. Dagin eftir varð staðfest, at Birna eigur skógvarnar. 

Tað serliga er, at undir øðrum skógvinum er kavi, og eingin kavi var undir hinum skógvinum, - og eingin kavi var, tá Birna seinast varð sædd.

Í kjalarvørrinum av hesum verður stór leiting sett í verk í og við havnina, men aftur uttan úrslit. 

Eitt bil var steðgur í leitingini, men tíðliga týsmorgunin varð aftur farið at leita.

mynd: facebook

- Týsdagur, hin 17. januar:

Leita verður við hundi, fjarstýrdum kavbátum, dronum og tyrlum, og nógv fólk leita eisini, við havnina í Hafnarfirði, Urriðakotsvatni og Flatahrauni.

Á middegi leggur løgreglan hald á reyðan Kia Rio-bil í Kópavogi, og tað er ikki váttað, um talan er um sama bil, sum er sæddur í upptøkum frá vakmyndatólum. 

Tíðindastovur vita at siga, at onkur av manningini umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, hevur leigað bilin.

Um kvøldið er skipað fyri bønarløtu í Hallgrímskirkjuni, har biðið verður fyri Birnu og familju hennara.

mynd:  Google Maps

Í sjónvarpstíðindunum klokkan 19 segði Grímur Grímsson, kanningarleiðari hjá løgregluni í Reykjavík, at kanningarnar um hvornu Birnu vóru í kritiskari fasu.

Spurdur, um tyrlan er send út til Polar Nanoq við servandum løgreglufólkum umborð, vil Grímur ikki svara. 

Ein tíma seinni gevast bjargingarlið at leita eftir Birnu, tí ongar ábendingar eru um, hvar hon kann vera.

Klokkan gott 21 siga fjølmiðlar, at Polar Nanoq hevur kúvent og hevur sett kós aftur til Hafnarfirðar. 

Stutt eftir verður sagt, at íslendska sjóverjan hevur biðið um hjálp frá danska sjóverjuskipinum, Triton, sum er statt á leiðini millum Ísland og Grønland, - at løgreglan kann brúka Trion sum støð, um tað verður neyðugt. Tað verður tó ikki váttað, at hetta er í sambandi við horvnu Birnu.

Grímur Grímsson sigur í samrøður við fjølmiðlar um midnáttarleitið, at eingin er handtikin umborð á grønlendska trolaranum í sambandi við málið. 

  Grønlendski trolarin, Polar Nanoq      (mynd: RÚV)

- Mikudagur, hin 18. januar:

Løgreglan kannar fartelefonupplýsingar og kannaði, um aðrar fartelefonin, sum vóru í miðbýnum, tá Birna seinast varð sædd, høvdu samband við somu støðir og við fartelefonina hjá Birnu. 

Ein troyggja verður funnin í havnini í Hafnarfjørðinum, men kanningar vísa, at Birna eigur ikki troyggjuna. 

Útgerðarmaðurin hjá Polar Seafood í Danmark, Jørgen Fossheim, boðar frá, at hann kemur til Íslands í kvøld, og at reiðaríið fer at hjálp við øllum, sum til ber.

Á middegi í dag sóust upptøkur av løgreglufólkum, sum fóru umborð á eina tyrlu hjá íslendsku sjóverjuni, sum stendur á flogvøllinum í Reykjavík.

Grímur Grímsson vil einki siga um hetta. - Vit kunna tykkum, so hvørt, sum vit kunnu, og tá vit eru komin longri við kanningunum.

Umleið kl. 14: - Tyrlan hjá íslendsku sjóverjuni lendir aftur á flogvøllinum í Reykjavík. Tyrlan varð flutt inn í hangarin, áðrenn lúkurnar vórðu latnar upp. Tí sást ikki, um servandu løgreglufólkini vóru við aftur til lands.

Seinni í dag verður leiting sett í verk, - nú á vegnum við Strandaheiði á Reykjanesi, og har hevur ikki verið leitað áður.

Umleið kl. 18:30: - Løgreglan boðar frá, at tveir menn eru handtiknir umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq. Teir eru báðir grønlendingar, og teir hava ikki úttalað seg enn. Eingin annar er undir illgruna. 

Umleið kl. 20:30: - Løgreglan boðar frá, at ein triðji maður er handtikin, sum úrslit av kanningararbeiðinum.

Hetta hendir bert tveir tímar eftir, at Grímur Grímsson, kanningarleiðari, segði við fjølmiðlar, at eingin annar, enn báðir teir handtiknu menninir, vóru undir illgruna í málinum í løtuni. 

                         Kelda: RÚV

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887