Gerðarættarmálið ikki liðugt í ár

Gerðarættarmálið ikki liðugt í ár
Tað verður neyvan nøkur niðurstøða í ár í gerðarættarmálinum um Glasir millum Landsverk og TG Verk
Gerðarættarmálið millum Landsverk og Glasir fer at fáa ávirkan fyri endaliga kostnaðin. Gerðarættarmálið verður neyvan loyst í ár
 
20.01.2017 - 15:54

Tað kom fram í Løgtinginum í gjár, tá Henrik Old, landsstýrismaður, í tinginum í gjár svaraði skrivligum fyrispurningi frá Jacob Vestergaard, tingmanni.

Henrik Old, landsstýrismaður, kundi ikki svara nágreinliga, hvørjari tíðar- og kostnaðarætlan arbeitt verður eftir tá hann svaraði fyrispurninginum.

Fær ávirkan fyri endaliga kostnaðin

Arbeitt verður í løtuni við at gera nýggja arbeiðsætlan saman við nýggja arbeiðstakaranum á staðnum. Arbeiðið ikki er liðugt, men væntandi verður tað áðrenn nakrar vikur eru gingnar, segði Henrik Old.

Viðvíkjandi kostnaði, so verður arbeitt eftir upprunaligu kostnaðarætlanini, meðan útreiðslur í sambandi við ósemjur og krøv eru lagdar fyri gerðarættin at taka støðu til.

Úrslitið av gerðarrættarmálinum verður avgerandi fyri, hvat endaligi kostnaðurin verður, segði Henrik Old í Løgtingum í gjár. Men kortini væntar landsstýrismaðurin, at kostnaðar- og tíðarætlan verður ørvísi enn upprunaliga mett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775