Sjúkrahúsini skulu nú eftirmetast

Sjúkrahúsini skulu nú eftirmetast
Higartil hava ongi formlig krøv verið til skipaða stýring av trygd og dygd í heilsuverkinum í Føroyum. Hetta verður nú broytt
Ongi formlig krøv eru í dag í føroyska heilsuverkinum til skipaða stýring av trygd og dygd, men hetta verður nú broytt. Sjúkrahúsini í Føroyum skulu nú eftirmetast
 
20.01.2017 - 12:21

Í februar kemur ein eftirmetingarnevnd frá danska akkrediteringsstovninum IKAS til Føroyar at meta um, hvussu føroysku sjúkrahúsini liva upp til krøvini í Den danske kvalitetsmodel, sum eru altjóða og donsk krøv til sjúkrahús.  

Ongi formlig krøv eru í dag í føroyska heilsuverkinum til skipaða stýring av trygd og dygd. Hetta merkir, at tá vit í dag skulu meta um fakligu trygdina og dygdina í heilsuverkinum, ganga vit út frá, at hetta er í lagi, men vit vita tað ikki. 

Tað skrivar Heilsumálaráðið í formælinum til handbókina, við teimum akkrediteringskrøvunum, sum sjúkrahúsini nú skulu liva upp til, og eftirmetast eftir.

Krøv bygd á altjóða krøv

Í heilsunýskipanini, sum varð løgd fram í november 2013, varð dentur millum annað lagdur á, at størri fokus skuldi setast á sjúklingatrygd og dygd í heilsuverkinum. 

Endamálið við akkrediteringini er, sambært Heilsumálaráðnum, javnan at tryggja trygdina og dygdina í øllum heilsuveitingum, umframt at tryggja betri og meira samanhangandi sjúklingagongdir.

Den danske Kvalitetsmodel er ein langur listi við krøvum um ymisk viðurskifti. Tað eru krøv um skjalfesting og mannagongdir viðvíkjandi leiðslu, starvsfólkapolitiki, trygdar- og váðastýring, tilbúgving, reinføri, heilivág, diagnostikki, útgerð, samskifti, endurmenning og nógvum øðrum.

Hesi krøv eru í stóran mun grunda á altjóða krøv til sjúkrahús. Krøvini til tey føroysku sjúkrahúsini eru tó í ein ávísan mun tillagað føroyska lóggávu og viðurskifti, upplýsir Heilsumálaráðið. 

Stór krøv til mannagongdir

Stórur dentur verður lagdur á, at sjúkrahúsini hava skjalfestar mannagongdir um hesi viðurskifti, og at starvsfólk vita um mannagongdirnar. 

Í okkara grannalondum verða sjúkrahúsini og aðrir partar av heilsuverkinum “akkrediterað”, og í danmark vóru sjúkrahúsini fyri fyrstu ferð eftirmet eftir Den danske kvalitetsmodel í 2010.

Tað var eitt seta stórt arbeiði hjá donsku sjúkrahúsunum at fyrireika seg til fyrstu eftirmetingina. Nógvar atfinningar vóru eisini, millum annað av, at skjalfestingin tekur tíð frá viðgerð.  

Føroysku sjúkrahúsini eiga nú tørn

Føroysku sjúkrahúsini hava í nøkur ár fyrireika seg til eftirmetingina, og 20.-23. februar, kemur ein eftirmetingarnevnd frá danska stovninum IKAS, at meta um hvussu føroysku sjúkrahúsini liva upp til krøvini í Den danske kvalitetsmodel.

Tá sjúkrahúsini eru eftirmett kann niðurstøðan verða antin at:

● At sjúkrahúsið livur upp til krøv
● At sjúkrahúsið í stóran mun livir upp til krøvini, og at tað sum manglar ikki hevur stóran týdning í mun til krøvini í sett verða
● At sjúkrahúsið í minni mun livir upp til krøvini, og at tað sum manglar, hevur týdning í mun til krøvini
● At sjúkrahúsið ikki livur upp til krøvini, og at tað sum er gjørt bert eru ætlanir

IKAS kann síðani vegleiða sjúkrahúsini um, hvat skal til fyri at betri at liva upp til krøvini. Og sjúkrahúsini skulu síðani eftirmetast umleið triðja hvørt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860