Donald Trump fyrsta arbeiðsdag í Hvítu húsunum

Donald Trump fyrsta arbeiðsdag í Hvítu húsunum
Hetta fer at merkjast í amerikanska høvuðsstaðnum og aðrastaðni í heiminum. Fleiri hundrað mótmælisgongur eru fráboðaðar.
 
21.01.2017 - 10:26

Sonevndi Women's March er eitt mótmæli um, at kvinnur, samkynd, tilflytarar, muslimar og aðrir samfelagsbólkar hava kent seg vanvirdar í valstríðnum.

Tað skrivar Danmarks Radio.

Stórsta mótmælisgongan er í Washington D.C. nærhendis US Capitol, og væntandi koma fleiri enn 2000 bussar til býin.

Til samanberingar komu færri enn 500 busar við mótmælisfólki í gjár, tá Trump varð tikin í eið.

Fleiri kend andlit luttaka í mótmælisgonguni. Millum onnur sangarin Kate Perry, sjónleikarin Scarlett Johansson og filmsframleiðarin Michael Moore.

Mótmælið í Washington byrjar klokkan 15 okkara tíð, og sjálv gongan verður klokkan 18.

Sambært fyriskiparunum verður mótmælisgongan Women's March hildin í øllum 50 amerikanskum statum og í 60 øðrum londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902