Herda eftirlitið heldur fram

Herda eftirlitið heldur fram
Samleika- og marknaeftirlitið millum Svøríki og Danmark heldur fram í tríggjar mánaðir aftrat, hevur svenska stjórnin boðað frá
Flóttafólk í Malmö í Svøríki. Nú verður herda marknaeftirlitið millum Danmark og Svøríki longt í tríggjar mánaðir
 
02.02.2017 - 11:22

- Tørvurin á trygd og skipaðum viðurskiftum er framvegis stórur, sigur svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, við svensku tíðindastovuna, TT.

Marknaeftirlitið varð sett í verk síðst í 2015, til tess at minka um talið á teimum, sum bóðu um politiskt friðskjól í Svøríki.

Nógv færri biðja um politiskt friðskjól nú, men kortini hevur Svøríki avgjørt at leingja eftirlitið.

Onnur lond leingja eisini eftirlit

Eisini Danmark boðaði herfyri frá, at marknaeftirlitið millum Danmark og Týskland verður longt í tríggjar mánaðir.

- Tað er avgerandi fyri okkum at leingja eftirlitið, til tamarhald er markinum í Evropa, sigur Inger Støjberg, útlendinga- og integratiónsmálaráðharri í Danmark.

ES-nevndin hevur eisini góðkent, at fimm Schengenlond kunnu leingja marknaeftirlitið upp í tríggjar mánaðir. Seinast, eftirlitið varð longt, róði ES tó framundir, at tað fór at verða seinastu ferð.

Fleiri hava biðið um friðskjól

Eins og Danmark, sleppa Svøríki, Noreg, Týskland og Eysturríki at leingja marknaeftirlitið í tríggjar mánaðir.

400.000 fólk fara um markið millum Svøríki og Danmark hvørja viku. Seinastu fýra vikurnar í fjør vórðu umleið 767.000 fólk kannað við marknaliðini.

231 av fólkunum sluppu ikki um markið, og 13 fólk bóðu um friðskjól, skrivar svenska tíðindastovan, TT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847