Kanna alzheimer í Føroyum

Kanna alzheimer í Føroyum
Nú verður farið at kanna títtleikan av demens-sjúkuni í Føroyum. Kanningin er neyðug, so myndugleikarnir kunnu gera røttu raðfestingarnar
Títtleikin av demens-sjúkuni í Føroyum skal nú kannast Tað er neyðugt, til tess at myndugleikar og stovnar hava vitan og kunnu raðfesta sambært átøkunum í Demensætlanini
 
02.02.2017 - 08:29

Alzheimerfelagið stendur fyri verkætlanini saman við Mariu Skaalum Petersen, sum granskar í demens í Føroyum. 

Sofus Joensen, sálarsjúkulækni á Demensklinikkini, er fakligur ráðgevi, og Anna Rubeksen, sjúkrarøktarfrøðingur, sum hevur royndir á demensøkinum, er sett í starv í sambandi við kanningina.

Verkætlanin hevur fingið stuðul úr Sjúkrakassagrunninum.

Hagtølini neyðug

Alzheimerfelagið heldur tað vera grundleggjandi at fáa hagtøl til vega, hvussu mong eru rakt av demens í Føroyum.

Hetta er neyðugt, til tess at myndugleikar og stovnar hava vitan og kunnu raðfesta sambært átøkunum í Demensætlanini, sigur Alzheimerfelagið. 

Í næstum fáa øll, sum búgva á eldrabýlum, eitt kunningarskriv og áheitan um at vera við í kanningini. Síðani fer sjúkrarøktarfrøðingurin á heimið at spyrja hvønn einstakan, um tey vilja vera við. 

Ikki kannast umaftur

Tey, sum longu hava eina demens-diagnosu, verða ikki kannað. Gevur kanningin ábendingar um demens, verður boðað frá tí

So kunnu tey, sum eru kannað, fara til kommunulækna at fáa ávísing til Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum. 

Dátueftirlitið hevur givið loyvi til kanningina, og eingin óviðkomandi sleppur fram at upplýsingunum, sum eru í trúnaði, sigur Alzheimerfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846