Samanleggingin byrjað

Samanleggingin byrjað
Hóast skúlarnir í Glasi ikki eru fluttir í Marknagil enn, er samanleggingin longu byrjað. Ein flokkur flytur í summar í Hoydalar
Tá næsta skúlaár byrjar í august, flytur fyrsti flokkur á búskaparbreytini í Føroya handilsskúla í Havn, ella Glasi í Marknagili, sum skúlin eitur nú, í skúlan í Hoydølum
 
02.02.2017 - 12:07

Tá næsta skúlaár byrjar í august, flytur fyrsti flokkur á búskaparbreytini í Føroya handilsskúla í Havn, ella Glasi í Marknagili, sum skúlin eitur nú, í skúlan í Hoydølum, sigur Steinbjørn Hardlei, skúlastjóri á Glasi í Marknagili og umsitingarstjóri hjá Glasi.

Tað er liður í samanleggingartilgongdini, at fyrstu flokkarnir í Glasi vera saman næsta skúlaár, og at lærarar undirvísa sínum næmingum í skúlabygningunum hvør hjá øðrum, tí tá flutt verður í Marknagil, skulu næmingar og lærarar í trimum skúlum vera undir sama  taki.

Hetta skúlaárið er bara ein fyrsti flokkur á búskaparbreytini hjá Glasi í Marknagili. Annars hava teir verið tveir og okkurt árið tríggir. Freistin at søkja inn á miðnám næsta skúlaár er 15. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961