Kropslig mørk í Steinatúni

Kropslig mørk í Steinatúni
Tiltakið Vika SEX í miðbýnum í Havn, varpar ljós á kynslig og kropslig mørk millum børn og ung
 
07.02.2017 - 15:45

- Tá børn og ung kenna síni rættindi, duga tey betur at seta egin mørk og at skapa felagsskapir, har persónlig mørk verða vird.

Soleiðis siga fyriskipararnir aftanfyri tiltakið Vika SEX, sum er á apotekinum í Steinatúni í Havn hesa vikuna, og sum varpar ljós á kynslig og kropslig mørk millum ung og børn.

Tað er Tjaldurs Apotek og Gigni sum saman við felagsskapunum aftanfyri átakið Sex Krevur Samtykki, sum skipa fyri tiltakinum.

Læra at seta mørk á netinum

Eitt av málunum er at fáa tey ungu at tora at tosa um kynslig viðurskifti og at hjálpa vaksnum at møta teimum ungu har, sum tey eru.

Á tiltakinum verður eisini greitt frá nakinmyndum og hvussu mørk kunnu setast á netinum.

Umboð frá Løgregluni fara at vegleiða um, hvat føroyska lógin sigur, og hvussu borgarin fær vart seg fyri kynsligum ágangi á netinum.

Tiltakið er serliga ætlað næmingum úr 6. upp í 10. flokk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585