Kommunulækni funnin sekur

Kommunulækni funnin sekur
Ein kommunulækni í Havn varð fyri løtu síðani dømdur eitt ár og seks mánaðar fongsulsrevsing fyri at hava kynsliga misnýtt fleiri kvinnur
Ein kommunulækni er dømdur eitt ár og seks mánaðar fongsulsrevsing fyri at hava kynsliga misnýtt fleiri kvinnur. Nú skal dømdi læknin taka støðu til um dómurin skal kærast
 
16.02.2017 - 13:07

Freddie Poulsen, kommunulækni, ið síðani 23. januar hevur sitið á ákærubeinkinum í Føroya rætti, ákærdur fyri at hava misnýtt fleiri kvinnur, er sekur.

Tað er niðurstøðan hjá Føroya rætti, sum klokkan 13 feldi dóm í drúgva sakarmálinum móti kommunulæknanum, sum millum annað virkaði sum lækni í Havn.

SÍ EISINI Kommunulæknin kærir dómin

Føroya rættur dømdi hann eitt ár og seks mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing, hann missir læknaloyvið fyribils og skal rinda endurgjald til allar kvinnurnar.

Sjey kvinnur skulu hava 10.000 krónur í part, ein fær 11.500 og ein onnur kvinna fær 23.000 krónur í endurgjaldi, sambært dóminum hjá Føroya rætti.

Ikki hjástaddur tá dómurin fall

Tann nú dømdi kommunulæknin varð í Føroya rætti funnin sekur í at hava misnýtt sítt starv til at gera seg kynsliga inn á níggju kvinnur.

Freddie Poulsen varð eisini dømdur sekur í álvarsamasta brotinum á grein 224 í revsilógini, ið snýr seg um aðra kynsliga samveru enn samlegu.

Hann var ikki hjástaddur tá dómurin fall. Nú fer Bjørn á Heygum, verji, at tosa við dømda kommunulæknan um hann tekur við dóminum ella um dómurin skal kærast.

19 kvinnur meldaðu

Málið móti kommunulæknanum byrjaði í 2010, tá løgreglan fekk ta fyrstu fráboðanina. Fleiri kvinnur boðaðu aftaná løgregluni frá, at tær eisini høvdu verið fyri kynsligum ágangi.

Tilsamans 19 kvinnur høvdu meldað kommunulæknan fyri kynslig misbrot, tá tær vóru í viðtaluni hjá læknanum. Seks mál vóru fyrnað, tá tey vórðu meldað, og í einum føri gjørdi eitt mistak hjá løgregluni, at tað málið var fyrnað.

Dómarin fríkendi kommunulæknan í tveimum førum, og í einum føri staðfesti dómarin, at málið var fyrnað. Tí bleiv læknin dømdur fyri at hava gjørt seg inn á níggju kvinnur.

Eitt drúgt mál

Tann nú dømdi kommunulæknin hevur heilt síðani málið byrjaði noktað seg sekan í øllum ákærunum hjá ákæruvaldinum.

- Kommunulæknin var skuldsettur í tvey ár áðrenn ákæruritið varð liðugt, og tað er átaluvert, hevur Bjørn á Heygum, verji, sagt við útvarpið.

- Talan hevur verið um eitt sera umfatandi mál. Tí tók tað so langa tíð at fyrireika, segði Linda Hesselberg, ákæri, við útvarpið í august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819