Nú er fyrsta skotið latið av

Nú er fyrsta skotið latið av
Klokkan var 14:41, tá landsstýrismaðurin í samferðslumálum læt fyrsta skotið av til Eysturoyartunnilin
Mynd: kvf.fo  
 
21.02.2017 - 14:45

Fitt av fólki var komið saman við tunnilsmunnan á Strondum, har innkomuvegurin til tunnilin á vestara armi á fjørðinum, verður.

Røður vórðu fyrst hildnar á økinum við tunnilsmunnan, og síðani fekk landsstýrismaðurin, Henrik Old, sjálvan spreingiknøttin.

Klokkan var 14:41, tá fyrsta skotið til tunnilin, ið skal verða liðugur og koyrandi ígjøgnum um sløk trý ár, varð latið av.

Nú verður skipað fyri hugnaløtu fyri teimum mongu gestunum, ið vóru komin saman tá fyrsta skotið varð latið av seinnapartin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373