Rættarmál kanska av ongum

Rættarmál kanska av ongum
Nevndin í Eik banka er samd um at royna at fáa semju við Jørn Astrup Hansen, so stevningin móti honum kann takast aftur
 
23.02.2017 - 08:06

Tað sigur Torben Nielsen, nevndarformaður, við Útvarpið. Hann sigur, at roynt verður at fáa skilagóða loysn. 

Hon krevur, at Jørn Astrup Hansen tekur aftur tað, sum bankin kallar bakbit og ærumeiðing, og sum Eik hevur stevnt Jørn Astrup Hansen fyri.

Torben Nielsen, sum ikki vil gera samrøðu við Útvarpið, sigur, at nevndin í Eik banka er samd um at royna hesa loysnina.

Hann sigur, at Eik banki heldur  ikki, at skuldsetingarnar hjá Jørn Astrup Hansen eru rættar. Tað var seint í september í fjør, at Eik stevndi Jørn Astrup Hansen fyri bakbit og ærumeiðing.

Kanska í býarrættin í Keypmannahavn

Jørn Astrup Hansen, sum hevur verið stjóri og nevndarlimur í Eik banka, skrivaði 16. apríl í fjør grein í Sosialinum undir yvirskriftini "Eik Fup eller Fakta". Har sigur hann, at TAKS fekk skeivar og villleiðandi upplýsingar frá Eik.

Tað er ilt at halda, at TF-Holding og nevndarformaðurin í Eik banka hava verið í góðari trúgv, tá leiðslan í Eik og TF- Holding, sum eigur Eik, royndu at lensa landskassan fyri 90 milliónir krónur, sum bankin ongan rætt hevði til, skrivaði Jørn Astrup Hansen.

Hetta vildu tey í Eik ikki hava sitandi á sær og stevndu. Málið skal viðgerast í býarrættinum í Keypmannahavn, - tað er, um stevningin ikki verður tikin aftur.

Hevur tosað við Astrup

Tað verður stevningin, um Jørn Astrup Hansen tekur orðini aftur, - avsannar síni egnu orð. Sambært Torben Nielsen verður arbeitt við hesari loysnini, - einari skilagóðari loysn, sum hann sigur. 

Eik banki kann ikki liva við slíkum skuldsetinguum sum teimum hjá Jørn Astrup Hansen.

Torben Nielsen sigur, at hann hevur hitt Jørn Astrup Hansen og tosað við um eina loysn. Meira enn tað fæst hann ikki at siga. 

Svarfreist til 28. apríl

Jørn Astrup Hansen varð stevndur 23. september í fjør. 28. oktober svaraði advokaturin hjá honum, og týsdagin, 28. februar, skal Eik banki svara hesum. 

Síðani hava Jørn Astrup Hansen og advokatur hansara freist til 28. apríl at svara aftur. Hetta kallast ávikavist replik og duplik á rættarmálinum.

Eftir 28.apríl fer rætturin í Keypmannahavn at dagfesta viðgerðina í rættarsalinum, og tá kemur málið eisini á rættarlistan.      
   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887