Svikast kann við royndunum

Svikast kann við royndunum
Tað stendur skúlum frítt at avgera, nær teir halda sínar royndir. Tí ber til hjá næmingum í 9. flokki at senda sínum vinfólkum avrit av royndunum
Til ber hjá næmingum í 9. flokkunum at senda vinfólkum avrit av royndum. Tí ber til at svika við royndunum. Myndin hevur ikki samband við eitt ítøkiligt mál
 
28.02.2017 - 13:15

Í hesum døgum hava 9. floksnæmingar um alt landið verið til várroynd, og hjá nøkrum teirra telur úrslitið við, tá søkjast skal inn til miðnámsskúlarnar komandi skúlaár.

Men allir skúlar hava ikki verið uppi í einstøku royndunum samstundis. Til dømis vóru nakrar skúlar uppi í støddfrøði í síðstu viku, og nakrar eru í hesi vikuni.

Nakrir skúlar valdu at bíða

Tað hevur latið upp fyri, at nakrir næmingar hava sæð tilfarið, áðrenn teir skulu sita royndina. Trupulleikin er, at tað stendur skúlum frítt at avgera, nær royndirnar eru, so hvørt Próvstovan hevur leyslatið tær.

Próvstovan, sum skipar fyri royndini, læt tær talgildu royndirnar upp mánadagin í síðstu viku, tá ið fleiri skúlar eisini hildu royndina. Men nakrir hava valt at bíðað.

Sambært stórum bólki fyri lærarar á Facebook, er várroyndin í 9. flokki longu send næmingum í skúlum, sum ikki hava sitið royndina. Sum ein skrivar: "Tað er so sera einfalt at gera við telefonini."

Lærarar ørkymlaðir um støðuna

Kringvarpið veit um, at næmingar hava tikið myndir av telduskíggjanum og sent uppgávurnar víðari til vinfólk, sum skulu upp í royndini seinni.

Lærarar seta spurnartekn við, hvussu royndirnar skulu metast. Teir ilskast um, at næmingar eru settir í eina støðu, har ivi kann sáast um teirra úrslit.

Flestu skúlarnir hava hildið sínar royndir í síðstu viku, soleiðis sum Próvstovan skjeyt upp, men fleiri skúlar hava eisini royndir hesa vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. august
Morgunlestur leygardagur 31. august 2024
179487
Fríggjadag 30. august
Vikuskiftið 30 august 2024
179942
Fríggjadag 30. august
Breddin: Vakmyndatól og kvinnufráflyting
179919
Fríggjadag 30. august
Morgunlestur fríggjadagur 30. august 2024
179482
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179948
Fríggjadag 30. august
Veðrið
179943
Hósdag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179895
Týsdag 27. august
Olaf & trappan - teknmálstulkað
150041
Týsdag 27. august
Veðrið - teknmálstulkað
179740