Uppskotið lagt fram mánadagin

bannari
Uppskotið lagt fram mánadagin
Samgongan fer í næstu viku at leggja sítt uppskot til fiskivinnunýskipan fram. Uppskotið skal sendast til ummælis hjá avvarðandi pørtunum aftaná
 
28.02.2017 - 17:16

Komandi mánadag fer samgongan at leggja sítt uppskot um fiskivinnunýskipan fram alment. Tað verður á einum tíðindafundi, stendur í tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni.

Fyri at tryggja opinleika um týðandi nýskipanina og at allar mannagongdir verða fylgdar, er ráðiligast, at fiskivinnunýskipanin bæði fer til almenna hoyring og lógareftirkanning, áðrenn hon verður latin Løgtinginum.  

Beint eftir tíðindafundin verður uppskotið til fiskivinnunýskipan sent til ummælis hjá avvarðandi pørtum.

Tað eru Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, ið hava sent felags tíðindaskrivi út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360