Føroyar fáa nú etiskt ráð

Føroyar fáa nú etiskt ráð
Níggju limir skulu vera í Etiska ráðnum. Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur lagt uppskot fyri tingið um at skipa Etiska ráðið í Føroyum
Føroyar fáa nú eisini eitt Etiskt ráð, ið skal viðgera teir heilt stóru spurningarnar. Níggju fólk verða í ráðnum
 
01.03.2017 - 09:48

Nær byrjar lívið. Og hvørji rættindi hava doyggjandi?

Føroyar fáa nú eisini eitt Etiskt ráð, ið skal viðgera teir heilt stóru spurningarnar; lógin fyri Etiska ráðið varð týsdagin lagt fyri Løgtingið. 

Teir níggju limirnir skulu sita í fýra ár í senn, og teir skulu ráðgeva Løgtingi, landsstýrisfólkum og almennum myndugleikum í etiskum spurningum; ráðið skal eisini upplýsa almenningin og taka etiskar spurningar til umrøðu í almenninginum.

Ráðið víðkað

Upprunaliga var ætlanin, at sjey limir skuldu vera í Etiska ráðnum, men eftir at uppskotið hevur verið til hoyringar, er talið hækkað upp í níggju limir.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnir formannin í ráðnum og ein nevndarlim. Harafturat velur landsstýrismaðurin í heilsumálum:

- Ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almannamálum
- Ein lim eftir tilmæli frá Kommunufelagnum
- Ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum
- Ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í kirkjumálum 
- og tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi

Sagt verður í lógaruppskotinum, at tey, ið verða tilnevnd í Etiska ráðið, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri virkið hjá ráðnum.

Virksemið hjá ráðnum avmarkast

Etiska ráðið skal fremja kjak og vitan um heilsufakligar spurningar. Ráðið hevur skyldu til at fylgja við á tí lívtøkniliga og ílegutøkniliga økinum, tað er bio- og genteknologi.

Men Etiska ráðið skal ikki viðgera spurningar um umhvørvi og náttúru, tí so verður virkisøkið ov breitt, verður sagt í uppskotinum.

Etiska ráðið er óheft og velur sjálvt tey evni og teir spurningar, sum verða tiknir til viðgerðar. Borgarar kunnu eisini leggja mál fyri Etiska ráðið, sum ráðið so kann taka støðu til.

Kostar 560.000 um árið

Virkisøki hjá Etiska ráðnum er teir etisku spurningar, sum knýta seg til gransking og nýtslu av lív- og ílegutøkni. Dømi um mál, sum Etiska ráðið kann taka upp, eru granskingarverkætlanir um nøringartøkni, fosturdiagnostikk ella nýtslu av gitnum menniskjaeggum og -fostrum.

Onnur viðkvom mál, sum Etiska ráðið kann viðgera, er(u) viðgerð og umsorgan fyri doyggjandi, etiskir spurningar um, nær lívið byrjar, og eisini spurningar um at býta tilfeingið á heilsuøkinum rættvíst, verður sagt í uppskotinum.

Mett verður, at útreiðslurnar til Etiska ráðið og skrivstovuhald tilsamans verða umleið 560.000 krónur árliga. Skotið verður upp, at eitt fólk verður sett at taka sær av dagligu umsitingini hjá ráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491