Nevnd fingið kæru um Høgna Hoydal

Nevnd fingið kæru um Høgna Hoydal
Landsstýrismálanevndin hevur nú fingið kæruna frá Fólkaflokkinum um Høgna Hoydal og makrelkvoturnar skrivliga
Fólkaflokkurin kærir um, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrst gav nótaskipunum makrelkvotur. Ein mánað seinni tók hann part av kvotunum í ES-sjógvi aftur.
 
02.03.2017 - 08:05

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, boðaði frá á tingsins røðarapalli, at hann kærdi Høgna Hoydal.

Men formaðurin í Landsstýrismálanevndini vildi hava kæruna skrivliga eisini.

Fólkaflokkurin kærir um, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrst gav nótaskipunum makrelkvotur. Ein mánað seinni tók hann part av kvotunum í ES-sjógvi aftur.

Tilsøgn kann ikki takast aftur

Fólkaflokkurin sigur, at sambært fyrisitingarrættinum er ein fyrisitingarlig tilsøgn um eitt fiskiloyvi ein bindandi tilsøgn, sum ikki kann takast aftur.

Verður slík tilsøgn kortini tikin aftur, ber til at krevja endurgjald frá landskassanum.

Fólkaflokkurin sigur, at avgerðin hjá Høgna Hoydali er óheimilað, hon skúgvar rættartrygdina til viks og kann koma at kosta landskassanum nógvan pening.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360