Íslendska flutningsfelagið, Samskip, ger mismun

Íslendska flutningsfelagið, Samskip, ger mismun
Hollendska fakfelagið, FNV, hevur meldað Samskip til løgregluna, tí lastbilførarar fáa ikki røttu lønina, skrivar Morgunblaðið
Mynd: Samskip/Facebook  
 
05.03.2017 - 17:51

Fakfelagið leggur Samskip undir at løna lastbilførarum, sum eru úr Eysturevropa eftir lønarsatsum í heimlandi teirra.

Hollendska sjónvarpstíðindasendingin, EenVandaag, sum fer í dýpdina við ymiskum evnum, viðgjørdi lønarspurningin hesa vikuna.

Í sendingini er samrøða við rumenskan lastbilførarar, sum fær 309 evruru um mánaðin í grundløn, - sum svarar til 2.300 krónur. Lastbilførarar siga, at teir sova í bilinum um næturnar og hita matin hjá sær á berbarum komfýrum inni í bingjum hjá Samskip, meðan teir bíða eftir ordrum.

Lógarbrot

Esin Aktema, sum var við í sendingini, og sum umboðar fakfelagið, FNV, sigur, at viðferðin, sum lastbilførarnir fáa, eru sosial og fíggjarlig brotsverk.

Talsmaðurin fyri FNV sigur, at talan er um hundraðtals lastbilførarar.

Kanna málið

Samskip segði í fráboðan í gjár, at tað, sum er komið fram í sendingini, verður tikið í størsta álvara, og at ætlanin er at kanna málið til botns, skrivar íslendska kringvparið, RÚV.

Stjórin í Samskipum, Palmar Óli Matthiasson, tvíheldur um, at Samskip leggur dent á góðar arbeiðsumstøðum, og er ovfarin av fjølmiðlasøguni.

Hollendski umhvørvis- og flutningsstovnurin, ILENT, gav í fjør Samskipi bót fyri at brot á flutning av góðsi. Tað málið snúði seg um, hvussu leingi lastbilførarar kunnu koyra út í eitt, - og reglurnar um hvílitíð vóru ikki hildnar, og nakrir lastbilførarar arbeiddu uttan sáttmála, skrivar Rúv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418