Sambandsflokkurin: »Ja« til felagsleiðslu

Sambandsflokkurin: »Ja« til felagsleiðslu
Sambandsflokkurin tekur undir við, at sjúkrahúsini eiga at hava felags leiðsla, kom fram á landsfundi um vikuskiftið
 
13.03.2017 - 14:17

Á landsfundi floksins leygardagin segði formaður floksins, Bárður á Steig Nielsen, at felags leiðsla í øllum sjúkrahúsverkinum er eftir hansara tykki skilagóður tanki. 

Hann staðfesti tí tað, sum undanmaður hansara, Kaj Leo Holm Johannesen, segði fyri tveimum árum síðani. Hann segði tá, at vit skulu hava eitt heilsuverk og eina leiðslu.

Men Sambandsflokkurin er rúkandi ósamdur við samgonguna um stjórnarskipanina. Støðan hjá Sambandsflokkinum er krystallklár, segði Bárður á Steig Nielsen á landsfundinum leygardagin.  

Halda seg til ásetingar í grundlógini

- Vit halda okkum sjálvandi til felags grundlógina í ríkinum, segði formaður Sambandsfloksins. Eingin skal ivast í, at Sambandsflokkurin stríðist av øllum alvi móti tjóðveldisgrundlógini, segði Bárður á Steig Nielsen. 

Føroyar kunnu ikki hava tvær grundlógir, segði hann. Formaðurin í Sambandsflokkinum legði eisini samgonguna undir at taka uppskotið hjá Sambandsflokkinum um fiskivinnunýskipan og gera tað til sítt egna uppskot. 

- Vit kunnu velja at kæra okkum um, hví samgongan fyrst kopierar okkara skipan og síðani avbronglar hana, segði Bárður á Steig Nielsen og legði afturat, at ella kunnu vit fegnast um, at okkara skipan hevur vunnið hevd, og so brúka komandi tíðina til at rætta skeivleikarnar, sum samgongan hevur kroyst inn í okkara skipan.   

- Lat tað vera púra greitt, segði formaður Sambandsfloksins, Sambandsflokkurin hevur ikki havt sum mál at hjálpa samgonguni við at yvirliva í málinum um fiskivinnunýskipan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860