Ongland vælumtókt lestrarland

Ongland vælumtókt lestrarland
Flestu føroyingar, sum lesa uttanfyri Norðurlond, lesa í Onglandi. Pólland er nú eisini blivið vælumtókt lestrarland hjá føroyingum
Flestu føroyingar, ið lesa uttanfyri Norðurlond, lesa í Onglandi, og næstflestir lesa í Skotlandi, vísa hagtøl hjá Fróðskaparsetrinum
 
17.03.2017 - 10:55

Flestu føroyingar, sum lesa uttanfyri Norðurlond, lesa í Onglandi, og næstflestir lesa í Skotlandi. Tað vísa hagtøl hjá Fróðskaparsetrinum. Seinastu árini hevur gongdin verið hin sama, men talið minkar.

Í marsmánaði 2007 lósu 60 føroyingar í Onglandi og 43 í Skotlandi. Í 2011 vaks hetta talið til 74 í Onglandi og 61 í Skotlandi. Men í mars í ár eru færri føroyingar í lestrarørindum har - í Onglandi lesa nú 56 føroyingar og 12 lesa í Skotlandi.

Alsamt fleiri lesa í Póllandi

Eisini í USA eru færri føroyingar, sum lesa. Í 2013 lósu 30 føroyingar har, nú eru teir 9. Hinvegin veksur talið í Póllandi.

Í 2007 var bara ein føroyingur undir lestri í Póllandi, men alsamt fleiri føroyingar vilja útbúgva seg í Póllandi, nú eru tey 28 í lestrarørindum í Póllandi.

Av øðrum kann nevnast, at 1 føroyingur lesur í LItava, 2 í Týsklandi, 3 í Kina og 2 í Ísrael. Tú kanst síggja alt yvirlitið á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum, setur.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860