- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her vilja færri sita
Tað eru fleiri gentur enn dreingir, sum søkja inn á miðnám, genturnar hava 54 prosent av samlaðu umsóknunum. Men tað eru útbúgvingar har dreingirnir eru fleiri, og tá er talan um handverksútbúgvingarnar.
Tað eru góðar tíðir, og tí fara fleiri undir handverksútbúgving, og møguleikarnir fyri at fáa lærupláss økjast eisini. Ein onnur orsøk er ivaleyst, at nógv arbeiði er, og tí velja ungfólk at tjena pengar eitt skfti, áðrenn tey halda fram í skúlanum.
Ein onnur orsøk heldur Mentamálaráðið vera, at tað dregur út við at fáa nýggja skúlabýgningin hjá Glasir lidnan, og tí velja tey ungu at bíða til bygningurin verður liðugur, tað verður hann í 2018.
Talið av ungum, ið søkja inn á miðnám, er minkað síðani í 2015, og í ár eru umsóknirnar færri enn tá, upplýsir Mentamálaráðið.