Vilja selja sterkari rúsdrekka

Vilja selja sterkari rúsdrekka
Rúsdrekkasøla Landsins vil sleppa at innflyta rúsdrekka, ið hevur hægri styrki enn 60 prosent
 
20.03.2017 - 16:14

Tað sæst í hoyringssvari frá Rúsdrekkasøluni til Vinnunevndina, nú nevndin viðger uppskotið um at loyva innflutningi av ethanoli til rúsdrekkaframleiðslu.

Í svarinum mælir Rúsdrekkasølan til at markið uppá 60 prosent, sum er mest loyvda mark fyri innflutningi av rúsdrekka, verður hækkað til 75 prosent.

Orsøkin er, at Rúsdrekkasølan og kundar hennara vilja hava møguleika at innflyta ymisk sløg av high-end rúsdrekka omanfyri 60 prosent, sæst í hoyringarsvarinum frá Rúsdrekkasøluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444